Høgni Hoydal fegnast – Henrik old øtast

Teir eru báðir samdir um, at tað, sum hendi fríggjadagin, fær stóran týdning

 

 

– Eg hevði aldrin í lívinum ímynda mær, at Sambandsflokkurin fór at seta seg upp ímóti donsku stjórnini.

Tað helt Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin tá ið Løgtingið samtykti tað seinasta uppskotið áðrenn farið varð í summarfrí fríggjadagin,

Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, hevði eina heilt aðra støðu, tí hann fegnast um tað sum hendi oh hann vissar um, at hetta fer Tjóðveldi at gera sær dælt av í framtíðini.

Tað, sum teir báðir sipa til, er, at nú hevur Løgtingið samtykt, at geva Helgi Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, heimild til at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum – ella at lukka tær heilt. Og hann kann eisini avmarka talið á gestum.

Endamálið við hesum er at forða fyri, at korona-smittan skal breiða seg.

Men í hesum sambandi hava bæði Heilsumálaráðið hjá donsku stjórnini, og umsitingin í Landsstýrinum, gjørt vart við, at føroyskir myndugleikar hava ikki heimild til at avmarka upplatingartíðina hjá skeinkistøðum við tí endamáli at forða fyri at korona breiður seg.

Farsóttir, og tiltøk at forða fyri smittuspjaðing, eru nevniliga donsk málsøki, og føroyskir myndugleikar hava sostatt ikki lógarheimild at seta nøkur tiltøk í verk á hesum øki. Skulu tiltøk setast í verk í Føroyum á hesum øki, eru tað sostatt danskir myndugleikar, sum mugu gera tað.

Eisini umsitingin hjá Løgtinginum hevur sama fyrivarni, men kortini varð tað samtykt við atkvøðunum hjá samgonguni.

Henrik Old heldur, at tað er eitt ómetaliga prinsipielt mál, at Løgtingið samtykkir eina lóg, sum tað ikki hevur heimild til at samtykkja tí at tað er danskt málsøki.

Og serliga undraðist hann á, at ein flokkur sum Sambandsflokkurin gekk á odda við hesum.

– Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Løgtingið samtykkir eina lóg á einum øki, sum vit ikki hava yvirtikið, segði Henrik Old. Og hann ivast heldur ikki í, at hetta fer at hevna seg aftur í framtíðini.

– Hava vit einaferð lóggivið á einum málsøki, vit ikki hava yvirtikið, verður tað munandi lættari at gera tað næstu ferð, sigur hann, og hann stúrir fyri, hvat avleiðingin av tí verður.

– Hvørja ferð talan verður eitt ivamál, er bara at vísa til hetta málið og at staðfesta, at tað hava vit gjørt fyrr.

– Og tað er mær óskiljandi, at Sambandsflokkurin er við í hesum, segði Henrik Old.

Men Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fegnaðist sum tað, sum hendi. Og hann vissar um, at hetta fer Tjóðveldi at gera sær dælt av í framtíðini.

– Vit fara sjálvandi at brúka hetta í øllum málum framyvir, staðfesti hann.

– Eg eri fegin um, at Sambandsflokkurin fyri einaferð skyld gongur ímóti einum brævi frá donsku stjórnini, segði Høgni Hoydal.

Og hann minti eisini á, at tað eru ikki meiri enn trý ár síðani, at Fólkaflokkurin fór úr tingsalinum, tá ið Løgtingið skuldi atkvøða um eitt mál í sambandi hjúnabandslógina, tí at flokkurin tvíhelt um, at tað var eitt danskt málsøki, sum Løgtingið ikki hevði heimild til at samtykkja.

Men nú hevur Fólkaflokkurin samtykt eitt mál, sum er eitt danskt málsøki og »sum snýr seg um at forða fyri, at ungdómurin ætlar í býin at fáa sær eitt glas«, sum hann tók til.

– Nú eru allar grundgevingar frá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ímóti at lóggeva á øllum økjum, eru burtur, segði formaðurin í Tjóðveldi.

Men hann heldur, at tað var harmiligt, at tað skuldi vera í einum prinsipiellum máli, sum ger seg inn á tað persónliga frælsi og tað vinnuliga frælsi.

– Og vit gleða okkum til, at hereftir fara Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin at atkvøða fyri málum, sum teir annars altíð hava sýtt fyri at viðgera tí tað er ímóti heimastýrislógini, legði formaðurin í Tjóðveldi afturat.