Hornasteinarnir í manngóðskuni eru kærleiki og arbeiði -Sigmund Freud

 

 

Fyri áleið fimm árum síðan vóru eg og familjan í Seoul í Suður Korea. Hetta var í samband við, at vit fingu yngsta sonin.

Sum verða man, so ótu vit á matstovu hvørt kvøld, og á nærum øllum matstovunum vit vitjaðu, arbeiddu ung og vaksin við serligum tørvi. Hetta var so lívsjáttandi at eygleiða. Tey tóku av borðinum og annað fyrifallandi arbeiði, og tað sást týðiliga, at hetta var nakað tey gjørdu við ágrýtni og gleði.

 

 

Í Danmark er ein felagskapur ið kallast LEV. Hetta er privatur felagskapur fyri fólk við serligum tørvi og teirra avvarandi, umframt øðrum áhugaðum, settur á stovn í 1952. Ein partur av felagskapurin LEV er KLAPjob. (Kreativ, Langsigtet, Arbejdes-Planlægning)

KLAPjob evnar til vard og tillagaði størv. Málbólkurin eru fólk við serligum tørvi. Tað vil siga arbeiðspláss til fólk, ið til dømis hava menningartarn, autismu, ADHD, ymiskan førleika tørv, seinheilaskaða oa., ið ger, at neyðugt er við stuðli at koma á vanliga arbeiðsmarknaðin.
KLAPjob hevur avtalur við privatar fyritøkur, kommunur og lansdmyndugleikar um alt Danmark. Fleiri túsund størv eru skapaði.

Fíggjarliga grundarlagið undir felagskapinum er stuðulin frá limunum, ein árlig innsavnan, og stuðul frá tí almenna.

Hugsjónin aftanfyri er inklusjón og lívsgóðska via arbeiði.

Heilt ítøkiliga verður hetta framt soleiðis:

KLAPjob finnur fram til, hvat ein fyritøka ella stovnur kann bjóða av tillagaðum arbeiði, og starvslýsing verður síðan løgd á jobnet.dk. Her kunnu fólk við ymiskum serligum tørvi síðan søkja, og KLAPjob samhóskar síðan umsøkjara og starv.

Arbeiðs-og lønar treytirnar eru sum vit kenna tær frá tillagaðum størvum.

Slíkt átak í Føroyum kundi ALS staðið fyri. Eg eri vísur í, at nógv arbeiðspláss kundu verið skapt á hendan hátt, til frama fyri bæði hendan málbólk og Føroya land.