Hotel Hafnia 4,6 milliónir í yvirskoti í fjør

P/F Hotel Hafnia hevði eitt gott ár í fjør í mun til árini frammanundan. Ársúrslitið var góðar 4,6 milliónir krónur, sum er eina millión betri enn árið fyri.

Eitt av kømrunum á nýggja Hotel Brandan, sum Hotel Hafnia byggir í Havn (Mynd: Álvur Haraldsen)

Eitt av kømrunum á nýggja Hotel Brandan, sum Hotel Hafnia byggir í Havn (Mynd: Álvur Haraldsen)

P/F Hotel Hafnia er felagið, sum rekur virksemið hjá Hotel Hafnia í Havn, og sum byggir og skal reka nýggja hotellið, Hotel Brandan, sum skuldi havt latið upp í hesum døgum. Tað var sum kunnug útsett vegna koronafarsóttina.

Roknskapurin vísir eitt yvriskot í 2019 upp á 4.618.300 krónur, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísir eina eginogn upp á 29.077.849 krónur.

– Úrslitið er nakað betur enn mett varð, tá ársroknskapurin fyri 2018 varð gjørdur, skrivar felagið í ársfrágreiðingini. Og heldur fram:

– Sum eina avleiðing av Covid 19 alheimsfarsóttini hevur felagið staðfest eina týðandi niðurgongd í søluni í roknskapiarárinu 2020. Leiðslan arbeiðir tískil leypandi við at tillaga rakstrarútreiðslur felagsins. Ein stórur partur av starvsfólki felagsins fær í løtuni løn útgoldna frá ALS samsvarandi hjálparpakka I.

Leiðslan skrivar eisini, at í løtuni er trupult at meta um, nær sølan kann væntast at hækka aftur, og í hvønn mun felagið verður fevnt av nýggjum hjálparpakkum.

– Hotel Brandan verður væntandi liðugt í mai 2020, men vegna Covid19 er óvist, nær hotellið verður tikið í nýtslu. Tá Hotel Brandan er liðugt, verður partapeningurin eftir æltan hækkaður við 22 milliónum krónum, skrivar leiðslan, sum væntar at fáa í lag avtalu við lánsveitarar um, at felagið ikki skal rinda avdráttir og møguliga ikki rentur í 2020.

– Harafturat hevur móðurfelagið váttað, at tað, um neyðugt, er sinnað at veita felagnum neyðuga gjaldførisfígging í minsta lagi fram til 31. desember í 2020.

tí ársroknskapur gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga.

Skuld felagsins er vaksin úr sløku,m 75 milliónum við ársbyrjan til góðar 157 milliónir við áralok.

Um Hotel Hafnia:

 

Eigari:

Smyril-Line P/f, Tórshavn

 

Stjórn:

Pætur Trónd Thomsen, Argir

 

Nevnd:

Tummas Osmundarson Justinussen, Tórshavn, nevndarformaður

Aimi Gudmundsen Justinussen, Argir, nevndarlimur

Jákup Sverri Fonsdal Kass, Hoyvík, nevndarlimur

Osmund Justinussen, Tórshavn, nevndarlimur

Rúni Ove Vang Poulsen, Hoyvík, nevndarlimur

##med2##

##med3##

##med4##

Eitt av kømrunum á nýggja Hotel Brandan, sum Hotel Hafnia byggir í Havn (Mynd: Álvur Haraldsen)