Hótta við at stevna Trump

Bretski rockbólkurin Rolling Stones heldur seg kunna stevna, um Trump heldur fram við at nýta teirra sangir til valfundir, og nú hóttir Rolling Stones amerikanska forsetan við stevning, um hann heldur fram við at nýta bólkin til síni politisku endamál.

74 ára gamli Donald Trump nýtti fyri stuttum Rolling Stones lagið You Can’t Always Get What You Want við  stóran valfund í Tulsa í Oklahoma.

Rolling Stones hava síðani 2016 gjørt vart við sína ónøgd um, at Trump hevur nýtt teirra tónleik, men uttan at hetta hevur givið úrslit. Tá Trump í januar í 2017  varð innsettur sum forseti, varð lagið Heart Of Stone spælt.

- Hetta kann verða síðsta ferðin, at Trump nýtir nakran sang hjá Jagger/Richards til valfundir, og heldur hann fram, verður hann stevndur, hevur bólkurin í gjár sagt við tónleikatíðarritið Rolling Stone.

Aðrir tónleikarar hava eisini gjørt vart við sína ónøgd um, at Trump hevur nýtt teirra tónleik, teirra millum Tom Petty, sáli, og Neil Young.