Huawei tapti stríðið um 5G í Noreg

Tað verður ikki Huawei, sum skal veita nýggja 5G netið hjá norska telefelagnum Telenor, men svenska Ericsson. Harvið er Huawei aftur vrakað.

Kinesiska Huawei tapti enn einaferð tl svenska Ericsson í stríðnum um at veita 5G net – hesaferð í Noreg. Har hevur Telenor valgt, at Ericsson skal lata útgerð til 5G netið.

Tað skrivar norsku miðlarnir E24 Næringsliv og VG.

Harvið ger Telenor eins og hini telefeløgini í Norðurlondum, har kinesiska Huawei er valt frá.

Týðuligast var tað kanska, tá danska TDC fyrst fór í samstarv við Huawei fyri síðani at snarað 180 stig og velja Ericsson sum samstarvsfelag til sítt 5G net.

Í Noreg hevur Huawei eisini fyrr fingið langa nøs. Har hevur Telia valt Nokia sum sín veitara til sítt 5G net.

Serliga amerikanska sjtórnin hevur boðað frá sínum ótta fyri at nýta Huawei til undirstøðukervi í sameindum londum.

Amerikanarar leggja Huawei undir at geva kinesisku stjórnini møguleika at sleppa at upplýsingum og um møguliga njósning eftir borgarum í øðrum londum.

Huawei avvísir alt tilknýti til kinesiska statin.

Seinasta orrustan hjá kinesiska felagnum var í Føroyum, tá ein ljóðupptøka hjá Kringvarpinum, har aðalstjórin í Vinnumálaráðnum greiðir landsstýrismanninum frá, hvat fyrifórt á fundi millum landsstýrið og kinesiska sendimannin í Danmark, har hann skal hava hótt við at knýta saman keyp av Huawei og fríhandilssáttmála millum Føroyar og Kina.

Kinesiski sendiharrin í Danmark hevur tó púra víst aftur, at hann skal hava lagt trýst á Føroyar. Eisini løgmaður hevur víst aftur, at trýst hevur verið lagt á hann.

 

/ritzau/