Hugsjónarligir munir á skattalætta

Hetta valstríðið hevur verið merkt av, at mestsum allir flokkar føra seg fram við alskyns sosialum lyftum. Sjálvt ytst á høgraveinginum leggja tey størstan dent á at hjálpa teimum veikastu í samfelagnum.

Tað er torført at vera ímóti skattalættanum til lág-miðallønt, sum Fólkaflokkurin lovar. Vit lova jú eisini eina skattaminking til láglønt, sum tað stendur í valskránni:

“Í Javnaðarflokkinum halda vit, at vit eiga at rinda til felagskassan eftir førimuni. Hálønt eiga at rinda mest og láglønt minst. Í løtuni meta vit, at láglønt rinda ov nógv í skatti í mun til kostnaðarstøðið í landinum. Tí vilja vit enn eina ferð geva lágløntum (við eini arbeiðsmannainntøku) eina skattaminking á 8000 krónur árliga.”

Báðir flokkar vilja sostatt geva nøkulunda sama skattalætta, sum netto kostar uml. 150 mio. kr. Er so nakar munur á? Jú, her er ein grundleggjandi hugsjónarligur munur.

Fólkaflokkurin vil lækka skattin, so fólk tíma betur at arbeiða. Tað skal loysa seg at arbeiða, siga tey.

Vit vita, at tað loysir seg at arbeiða, men tað eigur ikki at vera neyðugt á at arbeiða yvir fyri at fáa endarnar at røkka saman. Vit vita, at føroyingar vilja arbeiða. Føroyska arbeiðsfjøldin er hin virknasta í heiminum, og hesum eru vit errin av. Men vit vita eisini, at føroyingar eins og fólk í øðrum tjóðum vilja hava tíð til at vera saman við okkara kæru, tíð til at vera saman við børnum, ommu- og abbabørnum.

Tí vilja vit lata eina skattaminking, so tað er møguligt at raðfesta tíð til nærveru framum at arbeiða yvirtíð. Tað er eisini tí, at vit líðandi vilja stytta vanligu arbeiðsvikuna úr 40 tímum niður í 37 tímar um vikuna við somu løn, so vit í størri mun kunnu sameina arbeiðslív og familjulív.

 

Sigfríður Símunarson Sólsker, valevni fyri Javnaðarflokkin