Hvalastøðin við Áir

Fríggjadagin 5. juli 2019 skipaðu Tjóðsavnið og Sunda kommuna í felag fyri almennari móttøku á Hvalastøðini við Áir í sambandi við, at hvalastøðin lat upp sum savn. Síðan 2011 hevur verið arbeitt við at rudda, beina burtur og savna saman amboð og útgerð á støðini at varðveita framyvir. Arbeiðið at restaurera hvalastøðina er ikki liðugt enn, men longu nú kann savnið bjóða ein ógvuliga hugtakandi rundtúr í upprunaligu húsunum, ið standa uppi enn.

 

Bæði søguliga og náttúrusøguliga er støðin ein hugvekjandi fongur fyri bæði Sundalagið, har tríggjar hvalastøðir vóru, og eisini fyri allar Føroyar.

 

Hvalastøðin við Áir umboðar ein sera týdningarmiklan part í føroyskari vinnusøgu. Hon er eitt dømi um verksmiðjuumhvørvi á landi frá tíðini, tá ið føroyska samfelagið tók síni fyrstu stig inn í ídnaðarøldina. Hvalastøðirnar høvdu eisini stóran týdning fyri livilíkindini í Føroyum í hesi tíðini, tá ið fólkatalið vaks nógv og meira skuldi til hjá hvørjum einstøkum fyri at lívbjarga sær.

 

Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Tjóðsavninum og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, heittu í røðum sínum á landsins politikarar, um framhaldandi at játta pening til verkætlanina, og tað er eftir mínum tykki ógvuliga týdningarmikið, at peningur verður játtaður, so varðveitingararbeiðið kann gerast liðugt. Hetta kann gerast fyri 2 mió. krónur um árið næstu 3-4 árini. Hartil eigur peningur eisini at vera settur av til at byggja eina stóra framsýningarhøll, har m.a. beinagrindin av avgustinum, ið brast, kann vera víst fram.

 

Eitt alternativ hjá ferðavinnuni at vísa á

Hvalastøðin við Áir er serstøk. Hon er tann einasta, sum er eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir byrjaði í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi norðanfyri ekvator.

 

Hvalastøðin við Áir er eisini serstøk, tí bara tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum norðmenn reistu fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Hinar báðar eru sunnanfyri ekvator, ein er eftir í Albany í Australia, og ein er á South Georgia í Suðuríshavnum.

 

Savnið, sum nú er við Áir, er sostatt eitt savn, sum lýsir hvalaveiðuna sum eina vinnu, ið hevur havt alheims týdning. Savnið hevur tí søguligan týdning, ikki bara fyri føroyingar, men fyri fólk úr øllum heiminum, tí eigur feravinnan at vísa á Hvalastøðina við Áir sum eitt alternativ at vitja. Helst er hetta segmentið av ferðafólki eitt annað enn tey, sum vilja uppliva náttúruna.