Hvat heilsuverk ynskja vit?

Her eru flestu flokkar samdir um at vit ynskja dygd í viðgerðini, sjúklingin í miðdepilin, ongar ella stuttar bíðitíðir og vælútbúgvið starvsfólk.

 

 

Hvussu vit røkka hesum eru tó nógv boð um..

 

Okkurt umboð fyri sambandsflokkin skrivar at ongin trupulleiki er at fáa serlæknar, tað er einans ein spurningur um fígging! Hetta er jú als ikki í tráð við veruleikan, hvørki her í Føroyum ella í grannalondunum. Sjálvandi er fígging neyðug, men royndirnar vísa at harumframt er neyðugt við vælskipaðum  arbeiðsumstøðum. At hava serlæknar í vakt árið runt, krevur eitt ávíst tal av fólki, eisini krevst mangan ávís kanningarútgerð, har kann vera tørvur á øðrum serútbúnum heilsustarvsfólki og so framvegis. Alt nakað sum umframt fígging krevur málrættaða tilrættislegging. Heilsunýskipanin hevur fleiri átøk her, serlæknapuljan er eitt teirra, og eg meti vit eiga at hava líknandi 'puljur' til onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk.

 

Nýggjasta stjørnan í fólkaflokkinum, sum leingi hevur prýtt býarmyndina í Havn á ymisku ljóstalvunum fer beint til sakina og skrivar at bjargingin á sjúkrahúsøkinum er 'LEAN-hugsan á øllum starvsøkjum, so tað verður so effektivt sum til ber'. Álvaratos! Tað eru fleiri stjórar síðani at lean-hugtakið varð innført á LS. Ein annar topp-kandidatur hjá sama flokki vísir á, at til ber at privatisera reingerðina. Gamaní so ber tað helst til, men hvat skuldi tað gagnað? Tey, ið hava sæð úrslitið av privatari reingerð á útlendskum sjúkrahúsum, halda helst við mær, at hetta er ikki skilagott. Og hví er tað at reingerðin skal skiljast frá hinum starvsøkjunum? Tey, ið gera reint á sjúkrahúsum røkja eina alneyðuga funktión, og tey hava mangan eitt tætt samband við sjúklingarnar.

 

Føroyska heilsuverkið er ein av bulunum undir vælferðarsamfelagnum.

Í hesum samgonguskeiðnum eru tikin stór fet á røttu leið við at leggja tey trý sjúkrahúsini saman, at skipa serlæknapuljuna og at føroyskir læknar hava fingið fyrimun til KBU-størvini. Hetta er alt við at økja talið av (føroyskum) læknum í Føroyum.

 

Onkur uppstillaður nevndi at ongin vil vera á bíðilista, men øll vilja heldur hava hjálp beinanvegin. Tað er sjálvandi nakað um tað, men at billa fólki inn, at ongin sjúklingur nakrantíð skal bíða eftir viðgerð, haldi eg vera at halda fólk fyri gjøldur. Sjálvandi kemur nakað av bíðitíð at vera hjá teimum, ið kunnu bíða. Tað vit eiga at stremba eftir er, at sjúklingar, ið hava tørv á skjótari viðgerð, fáa hana her og nú, meðan tey, ið tola at bíða, bíða styttst møguligt.

 

Eisini eiga sjúklingar beinanvegin, teir eru ávístir til kanningar, at fáa boð um nær teir sleppa til. Hetta skal koma at virka sum skjótast. Bíðitíðin, har ein ikki veit nær ein sleppur til, er ótolandi.

 

Eg meti við røkka málinum um eitt dygdargott heilsuverk og styttst møguligar bíðitíðir við at leggja okkara orku í starvsfólkið. Vit hava nøkur av teimum allarbestu starvsfólkunum í heilsuverkinum, um tú ivast, so spyr bara onkran av teimum nógvu avloysarunum. Tey nevna øll við ein munn hvussu arbeiðssom og dugnalig starvsfolk vit hava. Vit eiga ikki at koma við fleiri krøvum um skráseting av ymiskum slag til heilsustarvsfólk, men heldur lata tey miðsavna seg um kjarnuøkið - sjúklingaviðgerð. Heldur enn at koma við krøvum um 'lean' ella hóttanum um privatisering, eiga vit at geva teimum arbeiðsfrið og góðar arbeiðsumstøður

 

Starvsfólkini í føroyska heilsuverkinum eru mínar hetjur!

 

X við lista E

 

Katrin Kallsberg, valevni fyri Tjóðveldi