Hvat merkir tað at fáa blóðtøpp í hjarta?

Tann parturin av hjartavøddinum, sum ikki fær frískt blóð, tá blóðtøppur rakar, kann oyðileggjast eftir fáum tímum.

 

 

Blóðtøppur í hjartanum hevur sína orsøk í bráðskaptum tøppi í einari krúnulívæðr.

Blóðtøppur í hjartanum hevur sína orsøk í bráðskaptum tøppi í einari krúnulívæðr.

Orsøkin til blóðtøpp í hjartanum er oftast æðrakálking í krúnulívæðrunum. Nøkur, sum verða rakt, hava havt lyndi til hjartakrampar - ella tað, sum verður rópt "angina pectoris" - áðrenn blóðtøppurin gjørdist ein veruleiki.

 

Hjartavøddin fær blóð um krúnulívæðrar, ið liggja sum ein krúna uttan um hjartað. Vit kunnu siga, at hjartað er motorurin, og krúnulívæðrarnar eru besinslangurnar.

 

Tað er oftast blóðtøppur, ið er orsøkin til hjartasteðg. Tí eiga øll, ið hava sjúkueyðkenni, sum kunnu benda á blóðtøpp, beinanvegin at venda sær til alarmsentral, soleiðis at tey kunnu koma undir læknahond skjótast gjørligt.

 

Í slíkum føri eigur hin rakti ikki at koyra sjálvur á skaðastovu ella sjúkrahús, tí vandi kann vera fyri, at hin rakti missur vitið á leiðini.

 

Parturin av hjartavøddinum, sum ikki fær frískt blóð, kann oyðileggjast eftir fáum tímum, og tískil kann øll seinkan av viðgerð í slíkari støðu fáa álvarsligar avleiðingar fyri hin rakta.

 

Hvørji eru ráðini, og hvat kunnu fólk gera til tess at fyribyrgja æðrakálking og harvið blóðtøppi í hjartanum. Jú, í fyrsta lagi kunnu fólk gera upp við nakrar váðafaktorar, eitt nú -

 

* Gevast at roykja og tapa seg, um fólk viga ov nógv

* Íðka motión - í minsta lagi ein hálvan tíma um dagin

* Eta “hjartavinarligt” - minni mettaða djórafiti, meira fisk, trevjur og grønt

* Ansa eftir at halda diabetes2 og ov høgt blóðtrýst undir eftirliti

* Máta kolesteroltal við blóðroynd

* Avmarka nøgdina av alkoholi, um fólk drekka í meira lagi

* Fylgja læknaráðum um fyribyrging og viðgerð

 

Tað kann eisini vera skilagott saman við familjuni at taka eitt skeið í fyrstuhjálp við atliti til viðgerð fyri hjartasteðg.

 

Tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum fáa blóðtøpp í hjartað, men vandin hjá kvinnum veksur munandi, tá mánasjúkan heldur uppat. Vandin fyri blóðtøppi í hjartanum veksur saman við talinum av váðafaktorum fyri æðrakálking annars.

 

Typpist ein krúnulívæðr, og hon ikki verður opin aftur sum skjótast, kann blóðtøppurin føra til viknan av tí parti av hjartavøddinum, sum æðrin annars veitti blóð til. Hesin partur av hjartanum kann tá enda sum vevnaður, ið ikki longur trekkir seg saman.

 

Blóðtøppurin kann eisini viðføra álvarsligt órógv í hjartarútmuni - og møguliga hjartasteðg - og tí hevur skjót hjálp viðgerð avgerandi týdning í slíkari støðu.

 

Meðan viðgerðin av bráðfeingis støðuni við einum blóðtøppi áður var við heilivági, er vanligt í dag at lata æðrina upp aftur “mekaniskt” - við einari sonevndari ballónviðgerð.

 

Umleið fjórði hvør maður, sum verður raktur av blóðtøppi í hjartanum, doyr, áðrenn hann kemur á sjúkrahús, og umleið 70 prosent av monnunum og umleið 60 prosent av kvinnunum yvirliva fyrsta árið eftir ein blóðtøpp í hjartanum. Útlitini at gerast frískur eru verri, um tøppurin viðførur, at hjartað viknar.

 

Eftir blóðtøpp í hjartanum er vanligt at gera eina ultraljóðskanning av hjartanum fyri at staðfesta, hvussu umfatandi skaðin á hjartavøddin er. Í flestu førum verður beint eftir innlegging ella teir næstu dagarnar gjørd ein kontrastkanning av krúnupulsæðrunum í hjartanum.

 

Henda kanning lýsir, hvussu stórur blóðtøppurin er, og hvørjir trongarnir eru í krúnulívæðrunum orsakað av æðrakálking. Úrslitið av kanningini avger tørvin á ballónviðgerð ella by pass skurðviðgerð.

 

Er illgruni um, at sjúklingur hevur blóðtøpp í hjartanum, gevur lækni ella pørtørur í sjúkrabili alt fyri eitt heilivágin nitroglycerin, sum virkar víðkandi á krúnupulsæðrarnar. Eisini verður givin hjartamagnyl, sum minkar um vandan fyri, at blóðpláturnar storknað, eins og magnyl í ávísan mun virkar blóðtynnandi og upploysandi á blóðtøppin.

 

Haraftrat verður eitt annað slag av blóðplátutálmandi heilivági givin, eitt nú clopidogrel, prasugrel ella ticagrelor, umframt innspræning ella droppur við bivalirudin, sum eisini virkar blóðtynnandi.

 

Hjá nøkrum persónum við blóðtøppi í hjartanum vísir EKG, at tað ikki beinanvegin er neyðugt við ballónviðgerð. Í staðin verða slíkir persónar í fyrsta lagi viðgjørdir við heilivági, men gjarna verður ein kontrastkanning av krúnupulsæðrini gjørd undir innleggingini.

 

Er hinvegin neyðugt við bráðfeingis ballónviðgerð, verður sjúklingurin alt fyri eitt koyrdur á hjartadeild, har blóðtøppurin verður staðbundin við innspræning av kontrasti í krúnupulsæðrina undir gjøgnumlýsing við røntgen.

 

Er æðratrupulleikin størri, og ballónviðgerð ikki kann loysa trupulleikan, kann sjúklingurin fáa by pass skurðviðgerð, har hjartaskurðlækni ger “umkoyringar”, soleiðis at blóðið kann fara fram við trongu støðunum í krúnupulsæðrunum og út í hjartavøddin.

 

Í slíkum arbeiði, har æðraskipanin verður løgd um, kann hjartaskurðlækni brúka æðrar úr beinum, armum ella æðrar úr bringurúminum.

Kelda: www.apotek.dk