Hví skulu vit parkinsonsjúklingar diskrimiserast?

– Eg haldi, at tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst at halda á við at rópa upp um avbyrging. Eg standi á bíðilista til týdningarmikla skurðviðgerð á Bispebjerg, men nú er alt hetta útsett til einaferð næsta ár, sigur John William Joensen í Klaksvík

John William Joensen (Mynd: Norðlýsið)

John William Joensen (Mynd: Norðlýsið)

John William Joensen er kannaður fleiri ferðir á Bispebjerg, og seinni í ár skuldi hann eftir ætlan skurðviðgerast. Men so verður ikki.

– Eg skilji væl, at landið verður latið aftur, og at vit skulu verja fyri smittuspjaðing. Men nú gongur tað út yvir onnur, sum hava aðrar sjúkur, og tað ber ikki til. Eg vóni, at politikarar og tey, ið taka avgerðir, eisini hugsa um onnur, ið hava tørv á týðandi sjúkuviðgerð. Hví skulu vit parkinson sjúklingar diskrimiserast í mun til koronasjúklingar, sum ikki eru til?, sigur John William Joensen.

Hann skal eftir ætlan til Danmarkar at fáa somu viðgerð, sum Eyðun Ásason fekk. Kringvarpið fylgdi við honum áðrenn og aftaná viðgerðina.

John William Joensen vísir á, at tað verður sera lítið gjørt av øðrum skurðviðgerðum í løtuni.

– Eg tosaði við ein krabbameinssjúkling, sum hevði verið til viðgerð á einum næstan manntómum Landssjúkrahúsi. Tað eru eisini fleiri, ið hava fingið boð um, at teirra viðgerðir verða útsettar. Tað er sera keðiligt. Eg havi ringt fleiri ferðir til neuroogiska labratorium á Landssjúkrahúsinum, men eg fái ikki samband. Men vit hava ongar tilburðir av korona, sigur hann.

Eitt tað ringasta heldur hann vera, at hann ikki fær svar.

– Eg veit ikki, hvussu tað verður. Eg fái heldur ikki svar frá teimum á Bispebjerg. Har er stongt vegna korona, tað er umskipað og starvsfólk hava fingið aðrar uppgávur. Tað havi eg funnið út av aftaná, sigur John Willian Joensen.



 

 

John William Joensen (Mynd: Norðlýsið)