Hvør rindar fyri valstríðið og politikkin hjá Fólkaflokkinum?

Fult innlit skuldi verið í, hvør fíggjar valstríðið hjá politiskum flokkum. Tí nógvar milliónir verða í hesum døgum brúktar, og vit vita frá innliti og royndum uttanlands, at tey, ið rinda fyri valstríð hjá flokkum – tey gera tað ikki uttan orsøk. Tey vilja ofta hava teirra politikk framdan afturfyri.

Hetta kann hava stóra ávirkan á fólkaræðið. Í undanfarna valskeiði legði eg tí eisini lógaruppskot fyri Løgtingið – vegna Tjóðveldi - um, at áleggja øllum flokkum og valdum tingfólkum, at upplýsa um, hvør fíggjaði valstríð. Tíverri feldi undanfarna samgonga – við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum – á odda, málið. Og tíverri er málið ikki lagt fram av løgmanni, ið hevur umsitið málsøkið, í hesum valskeiðnum.

Men ongin ivi skal vera um, at hetta er eitt lógaruppskot, ið eg og vit í Tjóðveldi hava ynskt at fremja í mong ár. Hetta eigur at verða sett í verk, so føroyingar fáa innlit í, hvør í veruleikanum stendur aftanfyri ávísar flokkar og persónar. Hetta hevur veljarin eisini krav uppá at vita.

Tað má vera fult gjøgnumskygni um, hvør stuðulin til politiskar flokkar kemur frá. Ikki minst tá talan er um stórar upphæddir. Tí hetta kann fáa stóra ávirkan á framda politikkin.

Síggi at serliga Fólkaflokkurin sær út til at fáa støðugt fleiri og størri lýsingar. Fólkafloksvalevni hava enntá eisini ovurstórar plakatir, har tað enntá verður lýst við, at tað eru stuðlar, ið standa aftanfyri lýsingina. Hvør stendur aftanfyri og hvar kemur peningurin frá?

Tí hesin spurningur til Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum: Fær Fólkaflokkurin stuðul frá privatum feløgum og/ella persónum til valstríðið? Um so er, hvussu nógv er talan um, og hvør fíggjar?

 

##med2##

 

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna og valevni fyri Tjóðveldi