Í dag er kakudagur á Landssjúkrahúsinum

Bakarí í Havn hevur givið øllum starvsfólki, og sjúklinum, kaku í dag

Í morgun var bilurin hjá Mylnuni á Landssjúkrahúsinum við kaku til allar sjúklingar og starvsfólk.

– Hetta fløvar í eini tíð, ið er merkt av nógvari óvissu fyri bæði sjúklingar og starvsfólk, siga tey á Landssjúkrahúsinum á Facebook.

 

##med2##

Tey siga eisini, at í hesum koronatíðum hevði bakaríið eisini hugsað um smittuvandan og tí vóru køkurnar pakkaðar í smærri portiónir, og serlig mannagongd varð sett í verk tá kakurnar vórðu býttar út á Landssjúkrahúsinum.
Somuleiðis hevði bakaríið eisini hugsað um sjúklingar við dialysu, sum ikki kunnu fáa nú marsipan, og tey fingu so eina rómakaku ístaðin.