Í Danmark fáa festivalfyriskiparar endurgjald

Stór tiltøk í Danmark eru bannað fram til 31. august, men stjórnin hevur ikki nágreinað, hvat »stór tiløkd« snýr seg um.

Tað er stórur munur á, hvussu tey í Danmark hjálpa teimum, sum koma illa fyri av koronakreppuni.

Tað er stórur munur á, hvussu tey í Danmark hjálpa teimum, sum koma illa fyri av koronakreppuni.

Tað verður skjótt greitt, um til ber at halda brúdleyp, rundar føðingardagar, konfirmationir ella stór gildi í summar.

Tað sigur danski vinnumálaráðharrin, Simon Kollerup.

Fyrst í apríl longdi stjórnin eitt forboð ímóti størri samkomum upp til tíggju fólk.

Hetta forboð gongur út 11. mai, men forboð ímóti stórum tiltøkum er galdandi til 31. august.

Enn er tal tó ikki sett á, hvat skal skiljast sum stór tiltøk, men eitt nú hava tey verið noydd at avlýsa festivalar.

Samstundis hevur Superligan í fótbólti í Danmark boðað, at tað ikki verða spældir dystir við áskoðarum fyrr enn í september, um kappingin verður uppafturtikin.

Men stjórnin fer skjótt at koma við eini frágreiðing um, hvat nágreiniliga er at skilja sum stór tiltøk.

– Tað verður skjótt gjørt greitt, so vit fáa sett eitt tal á og fáa nakað ítøkjuligt at halda okkum til, sigur vinnumálaráðharrin Simon Kollerup á tíðindafundi.

Í gjárkvøldið var eitt samt Fólkating fyri at víðka ein hjálparpakka til fyriskiparar av til dømis konsertum ella festivalum, sum hava verið noydd at avlýsa vegna avmarkingarnar, sum eru settar í verk av korona.

Hjálparpakkin er broyttur, so nú ber eisini til at fáa endurgjald fyri útreiðslur til tiltøk við minst 350 luttakarum. Áður var markið 1000.

Skipanin er fyri um einstøk tiltøk. Tað vil siga, at tey í mesta lagi verða hildin annanhvønn dag – ella hvønn dag í eitt avmarkað tíðarskeið upp á í mesta lagi fýra vikur sama stað.

/ritzau/

Tað er stórur munur á, hvussu tey í Danmark hjálpa teimum, sum koma illa fyri av koronakreppuni.