Í Føroyum skulu føroyingar ráða

Í dag er valdagur, og tú hevur møguleika at senda eitt greitt tekin til donsku stjórnina, at vit vilja taka egnar avgerðir í Føroyum. Lat okkum standa saman um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og í Danmark skulu danir ráða.
Alt tos um, at fólkatingssessirnir kunnu brúkast í royndini at vinna Føroyingum størri rættindi, vera á varhaldi, náa úrslitum, ella tosa Føroya søk á danatingi er reint spinn!
Lat okkum standa saman um at avtaka fólkatingssessin, so tjóðin ikki tosar við kloyvdari tungu, tá ið stór mál eru á skránni, ið kunnu hava avgerandi týdning fyri okkara tjóðarbygging.
Øll tit, ið vanliga ikki fara á val, tí tit ikki vilja blanda tykkum upp í danskan politikk - far á val og vel Sjálvstýri.
Einasti flokkur í kann geva trygd fyri, at hann ikki blandar seg í danskan politikk.

Jógvan Skorheim
Formaður í Sjálvstýri