Í Kina eru flest smittað síðani apríl

XINJIANG: Í Kina eru í dag skrásett 61 nýggir tilburðir av koronuvirus, sum er tað hægsta talið fyri ein dag síðani apríl. Tað upplýsti kinesiska heilsunevndin í dag.

Nýggju smittutilburðirnir koa frá útbrotum í trimum ymsum landspørtum, sum hevur skapt ótta fyri, at onnur bylgja kann vera á veg. at raka landið.

57 av teimum 61 nýggju tilburðunum eru smittað í Kina, meðan hini fýra eru smittað uttanlands.

Størsti parturin av teimum 57 nýggju smittutilburðunum er staðfestir í fjarliggjandi landspartinum Xinjiang í útnyrðingspartinum av Kina.

Her sát miðskeiðis í juli eitt brádligt útbrot av koronuvirus í høvuðsstaðnum í landspartinum, Urumqi.

14 av tilburðunum eru harumframt funnir í útnyrðingslanspartinum Liaoning, har eitt nýtt nýtt smittuútbrot var í býnum Dalian í síðstu viku.

/ritzau/AFP