Icelandair sker 2000 størv burtur undir koronakreppu

Færri enn tíggjunda hvørt flogfar hjá Icelandair fer at flúgva undir koronakreppuni. Nú kostar tað størv.

Skerjingarnar hjá Icelandair raka bæði flogfólki og fleiri øðrum starvsfólkum, sigur felagið. - Mynd: Arnd Wiegmann/Reuters

Skerjingarnar hjá Icelandair raka bæði flogfólki og fleiri øðrum starvsfólkum, sigur felagið. - Mynd: Arnd Wiegmann/Reuters

Icelandair sigur upp 2.000 starvsfólk. Tað verður gjørt vegna tær avleiðingar, sum koronakreppan hevur havt fyri flogferðsluna.

Hesum boðar íslendska flogfelagið frá í dag sambært Reuters og AFP.

Sum nógv onnur flogfeløg stríðist Icelandair fyri at koma ígjøgnum kreppuna í eini tíð við vantandi inntøkum.

Uppsagnirnar av umleið 2000 starvsfólkum eru nehyðugar fyri at minka um útreiðslur til løn, boðar felagið frá.

– Vit vóna, at tað skjótt fer at ganga framá aftur, so so skjótt marknaðirnir koma fyri seg aftur, og kunnu bjóða stavsfólkum arbeiði aftur, sigur stjórin í Icelandair, Bogi Nils Bogason sambær Reuters.

Vegna virusútbrotið hevur Icelandair íløtuni undir 10 prosent av vanligu fráferðunum.

– Som svar upp á hesa støðuna setur Icelandair Group umfatandi tiltøk fyri at fáa felagið gjøgnum eitt longt skeið við minimums rakstri, her undir munandi lækkin í tali av starvsfólkum eins og broytingar í felagsbygnaðinum, verður sagt í fráboðan frá felagnum.

Fleiri onnur feløg í flogvinnuni eru í somu truplu støðu.

Í morgun boðaði SAS frá, at tey sum avleiðing av koronakreppuna verða noydd at siga upp ímóti 5.000 fólkum úr fulltíðarstarvi.

Uppsøgnirnar svara til eina slaka helvt av talinum av fulltíðarsettum størvum í skandinaviska flogfelagnum.

/ritzau/

Skerjingarnar hjá Icelandair raka bæði flogfólki og fleiri øðrum starvsfólkum, sigur felagið. - Mynd: Arnd Wiegmann/Reuters