Ikki bara eldri sum enda á sjúkrahúsi

Tað eru ikki bara eldri fólk, sum verða innløgd við korona-virus. Tað vísa tøl, sum danir hava almannakunngjørt.

 

 

 

 

Umleið 30 prosent av teimum, sum verða løgd inn á sjúkrahús við korona-virus, eru yngri enn 60 ár. Tað vísir ein uppgerð, sum danskir myndugleikar hava gjørt, og sum Politiken endurgevur. Uppgerðin vísir nevniliga, at tað er eitt rættiliga stórt tal av fólki um miðjan aldur, sum eisini enda á sjúkrahúsi við korona-virus.

Tað er danska heilsustýrið, sum hevur gjørt uppgerðina, ið fevnir um tíðarskeiðið frá 12. mars til 21. mars. Í hesum tíðarskeiði vóru tilsamans 241 danir við korona-virus á sjúkrahúsi í meira enn 12 tímar. Av hesum 241, vóru 168 fólk 60 ár og eldri, og tað svarar til stívliga 70 prosent.

Av teimum 73, sum eftir eru, vóru 30 fólk í 40-árunum og á leið sama tal í 50-árunum. Restin - ella 13 fólk tilsamans - vóru yngri enn 40 ár. Tað kemur tó ikki óvart á fakliga stjóran í Statens Serum Institut, Kåre Mølbak, at yngri fólk eisini teljast millum tey, sum kunnu enda á sjúkrahúsi við korona-virus.

Kåre Mølbak sigur við Politiken, at nøkur av teimum yngru, sum eru vorðin innløgd seinastu tvær vikurnar, eitt nú eru danir, sum eru vorðnir smittaðir í útlandinum. Hinvegin er talið av eldri dønum, smittaðir í útlandinum, helst lutfalsliga lítið.

Danskir myndugleikar vænta eina størri smittuspjaðing tær næstu vikurnar, og tað er eisini væntandi, at fleiri av hesum kunnu gerast álvarsliga sjúk, soleiðis at neyðugt verður við innlegging á sjúkrahús.

##med2##

Ein meting sigur, at tølini yvir smittaðar danir fara at veksa vikurnar eftir páskir, og sambært heilsustýrinum verður stúrt fyri, at meira enn ein hálv miljónir danir kunnu gerast smittaðir við korona-virus, sum várið gongur.

Fakligi stjórin í Statens Serum Institut, Kåre Mølbak.