Ikki fleiri dystir í flogbólti

Mjølnir er meistari

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya hevur nú tikið avgerð um, at landskappingin í flogbólti endar nú.

Avgerðin er tikin við atliti til hoyringar frá ymsu flogbóltsfeløgunum og tilmælini frá myndugleikunum viðvíkjandi koronavirus.

– Tað er niðurstøðan hjá nevndini, at tað ber ikki til at hava dystir og kappingar og samstundis halda viðmæltar ásetingar, sigur nevndin í Flogbóltssambandi Føroya.

Avgerðin hevur við sær, at Mjølnir, sum er ovast í meistaradeildunum hjá bæði kvinnum og monnum, er er føroyameistari, tí fleiri dystir verða altso ikki leiktir hetta kappingarárið.

 

 

– Vit eru øll somul ógviliga hørm um støðuna, og at FM ikki kann verða avgjørt, so sum vit øll høvdu ynskt tað. Men samstundis vóna vit, at hetta stigið vit nú taka, fer at gera næsta kappingarár møguligt hjá okkum øllum at uppliva og gleðast enn meiri um.