Ikki samdur við koronapolitikkin hjá landsstýrinum

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, er ikki samdur við koronapolitikkinum hjá landsstýrinum.

Á sínum facebook-vanga skrivar Johan Dahl í dag, at hann undrast eftir tíðindafundin í dag.

- Nú havi eg enn einafer sitið og lurtað eftir Corona tíðindafundin.

- Tað er sera gott,at vit hava so fá smittaði, og hava klárað at byrgt upp fyri smittuspjaðing, - men herfrá er tað eitt sum eg slettis ikki skilji, og tað er, at man ikki hart og kontant krevur /áleggur  at á øll sum koma til landið, óansæð ørindi, skulu kannast  við komu og síðani  í karantenu til tey eru kannað aftur enn einafeðr eftir fáar dagar, fyri at tryggja at tey veruliga  ikki eru smittaði, skrivar Johan Dahl.

- Tá fyrst ber til at siga, at vit kunnu lata upp og sjálvandi verða varin og halda frástøðu, reinførið osfr.. Hvat er tað sum ger, at læknarnir ikki vilja bólkakanna fólk  og ùtiloka spjaðing á tann hátt?

- Og eitt afturat; ístaðin fyri møguliga at skula  gjalda hjálparpakkar til hotellini, hví so ikki senda fólk í karantenu á hotellinum og gjalda fyri tað, og samstundis halda tey burtur frá sínum nærmastu,  fyri at tryggja at tey evt. ikki smitta húsfólkið, um tey hava smittuna ? Vildi tað ikki verið ein gongd leið? So fekk man 2 flugur i einum smekki, skrivar tingmaður sambandsfloksins.

- At verja tey sjúku, veiku og eldri, skulu vit sjálvandi framvegis eisini. Men eg má siga eg undrist, skrivar Johan Dahl, tingmaður.