Samferðslan bæði á sjógvi og landi er rakt av ringa veðrinum, sum partvís er og sum annars er í væntu teir næstu nógvu tímarnar. Bygdaleiðir koyra ikki meira, og fyribils er gjørt av, at eingin koyring verður í morgin, leygardagin.
Veðrið hevur eisini rakt sjóvegis farleiðir, har skipini hjá Strandfaraskipum Landsins eru givin at sigla. Teistin, sum fór av Gomlurætt klokkan 20 í kvøld til Skopunar, gevst nú at sigla fyri kvøldið.
Vegna vánaligu veðurforsagnirnar, er fyribils gjørt av, at Teistin ikki fer í sigling aftur fyrr enn klokkan 16.35 úr Skopun í morgin. Soleiðis verður eingin túrur sigldur fyrrapartin, og heldur ikki verða teir fyrru seinnapartstúrarnir sigldir.
Neyvari kunning um land-og sjóvegis samferðsluna kann lesast á ssl.fo