Inger Støjberg stillar upp sum næstforkvinna í Vinstra

Nú er greitt, at Inger Støjberg stillar upp sum næstforkvinna og stuðlar Jakob Elleman-Jensen sum formanni í Vinstra.

(Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)

(Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)

Inger Støjberg stillar upp sum næstforkvinna í Vinstra, tá flokkurin 21. september hevur eykalandsfund.

Tað sigur hon við Skive Folkeblad í dag.

– Eg havi gjørt av at stilla upp sum næstforkvinna fyri Vinstra, sigur Inger Støjberg, sum er framsøgufólk floksins í rættarmálum.

Hon sigur samstundis, at hon »stuðlar 110 prosent« Jakob Elleman-Jensen, sum í gjár kunngjørdi, at hann ætlar sær at gerast formaður í floksins.

– Hann verður tann heilt rætti formaðurin. Øll skilja, at Vinstra hevur verið í eini truplari støðu við órógv og stríði.

– Og eg veit, at tað í øllum pørtum í Vinstra nú er ynski um at savna flokkin og at koma positivt víðari, sigur Inger Støjberg við Skive Folkeblad.

Tað var seinasta leygardag, at Lars Løkke Rasmussen legði frá sær sum formaður í Vinstra, og at Kristian Jensen boðaði frá, at hann fer frá sum næstformaður.

Hetta hendi eftir ein ógvusligan augustmánað hjá størsta flokkinum í bláa veingi í donskum politikki.

Skriðan leyp, tá Kristian Jesnen í eini samrøðu við Berlingske mutaði ímóti hugskotinum hjá Lars Løkke Rasmussen um stjórnarsamstarv við Javnaðarflokkin, sum hann hevði boðað frá í valstríðnum.

Síðani fór bólturin á rull, og at enda var so stór ónøgd við Lars Løkke og Kristian Jensen í baklandinum hjá Vinstra, at teir máttu leggja frá sær.

Og Jakob Elleman-Jensen hevur longu greitt boðað frá, at við honum sum formanni verður einki stjórnarsamstarv við Javnaðarflokkin.

– Eg eri fullkomiliga samd við Jakob um hatta, sigur Inger Støjberg við Skive Folkeblad.

– Mette Frederiksen smekkaði hurðina aftur fyri Vinstra eftir valið. Og vit eru ein borgarligur flokkur, sigur hon.

Inger Støjberg var í fyrra valskeiðnum frá 2015 til í ár ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum, har hon varð kend fyri at vilja reka ein strangari útlendingapolitikk.

 

 

/ritzau/

 

 

(Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)