IOC váttar: Olympisku Leikirnir útsettir til 2021

Summar-OL verður hildið aftan á 2020 og í seinasta lagi á sumri í 2021, váttar IOC forsetin, Thomas Bach.

(Photo by CHARLY TRIBALLEAU / AFP)

(Photo by CHARLY TRIBALLEAU / AFP)

Forsetin í altjóða Olympisku Nevndini (IOC), Thomas Bach, váttar á heimasíðuni hjá IOC, at han er samdur við japanska forsætisráðharranum, Shinzo Abe, um at útseta summar-OL gtil 2021.

Ítøkiliga eru teir samdir um, at OL í fyrsta lagi verður í 2021, men ikki seinni enn á sumri í 2021.

Orsøkin er útbrotið av koronavirus, sum herjar stóran part av heiminum júst nú.

Thomas Bach hevði um middagsleitið ein telefonfund við japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, sum bað um at fáa OL útsett.

Á telefonfundinum var eisini formaðurin í nevndini, sum fyrireikar Tokyo 2020, Mori Yoshiro, japanski OL-ráðharrin, Hashimoto Seiki, guvernørurin í Tokyo, Koike Yuriko, formaðurin í samskipanarnevndini hjá IOC, John Coates, aðalstjórin í IOC, Christophe De Kepper, og OL-stjórin , Christophe Dubi.

– Eg legði fram uppskotið um at útseta OL í umleið eitt ár, og Bach forseti tók 100 prosent undir við tí, segði Shinzo Abe eftir fundin sambært AFP.

Nú hevur IOC sjálvt váttað avtaluna. Í eini felags fráboðan frá IOC og fyrireikarunum handan OL í Tokyo, stendur:

– Sum umstøðurnar hava lagað seg og grundað á seinastu kunningina frá WHO í dag, eru forsetin í IOC og japanski forsætisráðharrin komnir til ta niðurstøðu, at leikirnir í Tokyo mugu útsetast til eina dagfesting eftir 2020 – men ikki seinni enn á sumri í 2021.

Útsetinmgin kemur eftir økt trýst frá fleiri londum og ítróttarsambondum um at fáa leikirnar útsettar. Partvís tí allur heiminum ikki er komin fyri seg eftir koronavirus í summar, og partvís tí at ymsar avmarkanir í ymsum londum gera umstøðurnar ov ymiskar hjá luttakrunum at fyrireika seg til OL.

Spurningurin er nú, hvat gjørt verður við tað, at summi longu hava tryggjað sær luttøku til OL í summar, meðan onnur ikki hava.

Hetta er støða ikki tikin til enn, sigur forsetin í fyrireikingarnevndini handan Tokyo 2020, Mori Yoshiro, sambært Reuters:

– Eg fái ikki sagt, hvussu  úrtøkutilgongdin verður broytt beint nú, sigur Mori Yoshiro.

/ritzau/

 

 

(Photo by CHARLY TRIBALLEAU / AFP)