Irakar á gøtuna at mótmæla stjórnini og USA

Stórayatollah heita á politisku leiararnar í Irak og myndugleikarnar um at virða rættindini hjá mótmælisfólkunum.

Nógv fólk mótmæla á gøtunum í Bagdad í dag bæði ímóti irakiski stjórnini og USA - Foto: Ahmad Al-Rubaye/Ritzau Scanpix

Nógv fólk mótmæla á gøtunum í Bagdad í dag bæði ímóti irakiski stjórnini og USA - Foto: Ahmad Al-Rubaye/Ritzau Scanpix

Tann valdsmikli irakiski shiamuslimski leiðarin stórayatollah Ali al-Sistani heitir í dag á politisku flokkarnar í Bagdad um at skipa eina nýggja stjórn skjótast gjørligt. Tað hendir beint áðrein stórar mótmælisgongur ímóti USA í Bagdad.

Hann heitir samstundis á politisku leiðararnar og myndugleikarnar um at virða rættindini hjá mótmælisfólkunum, so tey fáa møguleikan at siga sína ónøgd og seta fram krøv.

Sistani kom við áheitanini gjøgnum eitt av umboðsfólkunum við fríggjadagsbønini í heilaga býnum Kerbala.

Hann heitti samstundis á USA og onnur lond um at at virða sjálvræði hjá Irak.

Samstundis mótmæltu fleiri túsund fólk ímóti USA  eftir áheitan frá einum øðrum valdsmiklumshiamuslimskum leiðara, Moqtada al-Sadr, sum leiðir ein av týdningarmestu bólkunum í tjóðarhirðuni hjá Irak.

Moqtada al-Sadr lat skilja, at ein millión fólk kanska fara at møta upp í dag og stuðla krøvum hansara um, at USA má úr Irak.

Krøvini fáa stuðul í dag av alsamt fleiri, eftir at USA 3. januar undir einum dronuálopi í Bagdak drap iranska herovastan Quasem Soleimani.

Soleimani var hernaðarleiðari í Kollveltingarherinum og leiðari hjá eini serliga deild, sum tók sær av loyniligum atsóknum uttanlands.

AL-Sadr hevur í dag heitt á síni viðhaldsfólk um at mótmæla harðliga ímóti USA, su í løtuni hevur 5.000 hermenn í Irak.

– Nei, nei, nei, Amerika, róptu viðhaldsfólk hansara í miðbýnum í Bagdad.

Al-Sadr hevur seinastu árini hava størri tjóðarskaparligan leiklut, har hann hevur fingið  fleiri av stuðulum sínum at venda sær ímóti mutri í stjórnini og sett krøv um djúptøknar nýskipanir.

Fleiri proiranska deildir av hálvhernaðarligu deildini hjá Hashed al-Shaabi, sum vanliga stríðast ímóti Sadr, stuðla mótmælum og krøvum hansara.

Men støðan kann gerst spent millum ymsu mótmælisfólkini, og myndugleikarnir hava sett upp fleiri eftirlitsstøðir og avsperringar í miðbýnum í Bagdad

 

/ritzau/Reuters

 

 

Nógv fólk mótmæla á gøtunum í Bagdad í dag bæði ímóti irakiski stjórnini og USA - Foto: Ahmad Al-Rubaye/Ritzau Scanpix