Iran átekur sær ábyrgd fyri flogvanlukku – fleiri handtikin

Fleiri fólk eru handtikin í Iran fyri leiklut teirra í niðurskjótingini av einum ukrainskum flogfari, upplýsir rættarskipanin í Iran.

Iranar kveikja kertuljós at minnast tey deyðu í flogvanlukkuni, sum kostaði 176 fólkum lívið. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Iranar kveikja kertuljós at minnast tey deyðu í flogvanlukkuni, sum kostaði 176 fólkum lívið. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Tað skal kannast gjølla, hvat hendi, tá ein ukrainskt flogfar í síðstu viku av misgáum varð skotið niður av iranskum deildum.

Soleiðis verður sagt í boðum frá Hassan Rouhani, forseta í Iran.

Hann leggur afturat, at mistakið var »ófyrigeviligt«, og at øll við ábyrgd skulu revsast. Hann sigur eisini, at tað ikki bara kann vera talan um ein, sum hevur ábyrgd.

Samstundis átekur forsetin sær ábyrgdina.

– Iranska stjórnin hevur ábyrgd bæði fyri iranum og altjóða ferðafólkum, sum doyðu í flogvanlukkuni, sigur Rouhani.

176 fólk doyðu, tá eitt flogfar hjá Ukraine International Airlines varð skotið niður stutt eftir fráferð av flogvøllinum í irnaska høvuðsstaðnum, Teheran.

Ein talsmaður fyri rættarskipanina í Iran, Gholamhossein Esmaili, sigur í dag, at fleiri fólk eru handtikin fyri lut sín í niðurskjótingini.

Hann upplýsir ikki, hvussu nógv fólk talan er um, og hví tey eru handtikin.

Rouhani, forseti, vil gera ein serligan dómstól fyri at sleppa til botns í málinum.

– Rættarskipanin verður noydd at stovna ein serligan dómstól við høgum dómarum og fleiri serfrøðingum. Allur heimurin fer at halda eyga við okkum, eru boðini frá iranska forestanum.

Leygardagin viðgekk iranski herurin, at hann kom til at skjóta eitt flogfar niður av misgáum.

– Tað er eitt gott fyrsta stig, at iranski herurin viðgongur mistakið. Vit verða noydd at vissa fólkið um, at tað ikki fer at henda aftur, sigur Rouhani.

Iran skjeyt tað ukrainska flogfarið niður við einum missili, fáar tímar eftir at herurin hevði lopið á tvær herstøðir í Irak. Millum støðirnar var Al Asad-flogstøðin, har tað millum annað vóru amerikanskir og danskri hermenn.

Iranska álopið var svar uppá, at USA frammaundan hevði dripið valdsmikla iranska herleiðarin Qassem Soleimani.

 

/ritzau/Reuters

Iranar kveikja kertuljós at minnast tey deyðu í flogvanlukkuni, sum kostaði 176 fólkum lívið. - Foto: -/Ritzau Scanpix