Iran vil sjálvt kanna svørtu kassarnar

Iran vil sjálvt kanna svørtu kassarnar úr ukrainska flogfarinum, sum var skotið niður. Harvið afturvísir landið frágreiðingar um, at tað er avgjørt at lata Ukraina kassarnar.

Vrakið av ukrainska flogfarinum PS752 hjá Ukraine International Airlines,sum varð skotið niður í Iran eftir at tað var farið úr Imam Khomeini-flogvøllinum í Teheran tann 8. januar. 176 fólk doyðu. - Foto: Social Media/Reuters

Tað sigur Hassan Rezaifar, talsmaður fyri iransku havarínevndina, við tíðindastovuna Irna.

– Vit eru í ferð við at kanna svørtu kassarnar her í Iran. Tað er møguligt at senda teir til Ukraina ella Frankaríki, men tað er enn eingin avgerð tikin um at lata teir til eitt annað land, sigur talsmaðurin, sum hevur ábyrgdina fyri kanningarnar av flogvanlukkuni.

Flogfarið datt niður 8. januar, tá tað varð rakt av eini rakett frá iranska herinum uttan fyri flogvøllin í Teheran.

/ritzau/Reuters