Iransk flogfar lendi á vegnum við flogvøllin

Eitt flogfar hjá felagnum Caspian Airlines við 135 ferðafólkum umboðr fley fram við lendingarbretini og út á ein v eg.

Eitt iranskt ferðafólkaflogfar, sum í dag skuldi lenda í býnum Bandar-e Mahshahr, rakti ikki flogbreytina, men lendi á vegnum uttan fyri flogvøllin. Foto: Wana News Agency/Reuters

Eitt iranskt ferðafólkaflogfar, sum í dag skuldi lenda í býnum Bandar-e Mahshahr, rakti ikki flogbreytina, men lendi á vegnum uttan fyri flogvøllin. Foto: Wana News Agency/Reuters

Eitt iranskt ferðafólkaflogfar, sum í dag skuldi lenda í býnum Bandar-e Mashshahr, rakti ikki lendingarbreytina, men fleyg framvið og lendi á vegnum við flogvøllin – uttan at nakar fekk skaða. Tað sigur ríkissjónvarpið.

– Tá flogfarið kom til flogvøllin, lendi flogskiparin ov seint, so flogfarið rakti ikki breytina, verður sagt í sjónvarpstíðindunum, har ein talsmaður fyri flogvøllin úttalar seg.

– Hetta var orsøkin til, at flogfarið fleyg framvið flogvøllinum og lendi á einum vegi við flogvøllin, sigur talsmaðurin Mohammadreza Rezaeia.

McDonnel Douglas flogfarið, sum iranska flogfelagið Caspian Airlines eigur, kom úr Teheran og hevði 135 ferðafólk umboðr umframt manning.

– Eingin fekk skaða, sigur ríkissjónvarpið.

Eitt tíðindafólk frá ríkissjónvarpinum, sum var umborð á flogfarinum, sigur, at aftasta hjólið á flogfarinum støkk av.

– Vit sóu tað liggja á flogvøllinum, sigur hann. 

Iransku loftverðslumyndugleikarnir hava sett kanning í verk, at finna fram til orsøkina.

Iranska lýðveldi hevði ætlanir um at keypa fleiri nýggj flogfør, tá amerikonsku tiltøkinum vóru sett úr gildi í sambandi við kjarnorkuavtaluna millu mTeheran og stórveldini í 2015.

Ætlanirnar vórðu sleptar í 2018, tá Donald Trump, forseti, tók USA úr kjarnorkuavtaluni og setti hørðu tiltøkini ímóti Iran í verk aftur.

 

/ritzau/AFP

Eitt iranskt ferðafólkaflogfar, sum í dag skuldi lenda í býnum Bandar-e Mahshahr, rakti ikki flogbreytina, men lendi á vegnum uttan fyri flogvøllin. Foto: Wana News Agency/Reuters