Islamskur Statur vil fara meira eftir Ísrael

Islamskur Statur sigur í eini frá boðan í dag, at Ísrael í framtíini fer at vera høvuðsálopsmál hjá rørsluni.

Tann jihadistiski bólkurin hevur lagt fráboðanina frá Abu Hamza al-Quraishi, talsmanni, út sum ljóðfílu á internetið.

Talsmaðurin sigur, at IS-leiðarin Abu Ibrahim al-Hashimi al-Quraishi heitir á stríðsmenn hjá bólkinu um at »um at fara undir nýggj stig«, og hann sigur, at tað verða størri álop vend ímóti Ísrael.

Tíðindastovan AFP hevur ikki kunna prógvað sanngildið av ljóðfílinum, sum er almannakunngjørt á sosialum miðlum hjá Islamskum Stati.

Hóast afturgongd er Islamskur Statur virkin fleiri staðni. Millum annað við egyptiskum Sinai-hálvoynna, sum hevur mark ímóti Ísrael.

/ritzau/AFP