Ísland leingir forboðið ímóti at savnast

1364 fólk í Íslandi hava fingið staðfest covid-19, og fýra fólk eru deyð av sjúkuni.

 

Tíðindastovan NTB skrivar, at Ísland hevur gjørt av at leingja forboðið ímóti størri samlingum fram til hin 4. mai. 

Tað hevur íslendski heilsumálaráðharrin, Svandis Svavarsdottir, boðað frá í dag.

Í Íslandi eru allir hægri lærustovnar og framhaldsskúlar stongdir, meðan skúlar við næmingum í aldrinum seks til 15 ár eru opnir.

Sambært NTB eru barnagarðarnir í Íslandi eisini opnir.

Higartil eru fýra fólk deyð av korona-virus í Íslandi, og talið av smittaðum við covid-19 er 1364, verður lagt aftrat.