Íslendingar herða nú krøvini til ferðafólk

Íslendingar útihýsa ikki ferðafólki men frælsið hjá ferðafólki verður skert

 

 

Øll, sum koma til Íslands skulu nú kannast fyri korona, tvær ferður. Tað kunngera myndugleikarnir í Íslandi nú, og nýggju reglurnar koma í gildi mikudagin.

Tað merkir, at øll sum koma til Íslands skulu kannast fyri korona, tá ið tey koma til landið, og so skulu tey kannast umaftur, tá ið hava verið í landinum í fimm dagar. Og hesar fimm dagarnar ímillum ta fyrru og ta seinnu kanningina, verður frælsið hjá teimum at ferðast munandi skert.

Eftir fyrru kanningina verður tað loyvt at ferðast hagar tú ætlar tær í Íslandi at bíða eftir svari. Men teir fyrstu fimm dagarnar skalt tú halda teg á sama staði, og tú skalt ikki hava samband við onnur enn tey, tú ferðaðist saman við.

Aðrar treytir eru, at tú skalt:

– Halda teg minst tveir metrar frá øðrum fólki

– Ikki taka í hondina á fólki og ikki geva fólki klemm.

– Vaska tær um hendurnar bæði væl og ofta.

Tú kanst gista á gistingarhúsi ella heima hjá fólki, men tú skalt hava wc og bað fyri teg sjálvan. Hinvegin er tað ikki loyvt at vera í kampingvogni ella í húsvogni.

Tú kann ikki fara á matstovur, í svimjihallir, á skeinkistøð, í handlar, ella aðrastaðni, har onnur fólk eru.

Men afturfyri kanst tú koyra tær ein túr í egnum bili ella í leigaðum bili, og tú kanst eisini fara ein gongutúr.

Íslendingar siga, at tann fyrra korona-kanningin kostar 9.000 – 11.000 íslendskar krónur, ella einar 400 -500 føroyskar krónur, alt eftir um tú rindar, tá ið tú skrásetir teg, ella um tú rindar tá ið tú ert komin til Íslands.

Tann seinna kanningin er ókeypis. Er onnur royndin positiv, verður heitt á teg um at fara í sóttarhald, men hevur tú ongastaðni at fara í sóttarhald, hava myndugleikarnir gistingarpláss til taks.

Í Íslandi er tað annars eitt krav at vera í masku, har tað ikki ber til at halda seg minst tveir metrar frá øðrum, eitt nú í bussum og aðrastaðni.