Íslendska lodnan gevur stór virði

Norski nótabáturin - Gerda Marie - fekk um dagarnar 15,10 norskar krónur fyri kilo av lodnu, sum teir landaðu til Pelagos í Fuglafirði.

 

 

 

 

Havskjer, sum er smíðaður á Karstensens Skibsværft í Skagen, hevur fingið eina dreymabyrjan.

Havskjer, sum er smíðaður á Karstensens Skibsværft í Skagen, hevur fingið eina dreymabyrjan.

 

Reiðarin, Henning Veibust í Ålesund, sum herfyri fekk nýtt nótaskip - Havskjer - av Karstensens Skibsværft í Skagen, var sambært kystmagasinet.no í iva, um hann skuldi fara á lodnuveiði í Íslandi - ella, um teir skuldu fara eftir 350 tonsum av einari sildakvotu.

Henning Veibust valdi at fara eftir lodnuni á íslendska eysturlandinum, og hetta gjørdist eitt gott val, tí lodnutúrurin gjørdist gull verdur fyri reiðaríið. Tá teir høvdu roynt reiðskapin nærindis Ålesund, legði Havskjer vestur um hav.

Eftir at hava leitað í einar tveir dagar, kundi Havskjer kasta nótina, og í tveimum køstum fingu teir ávikavist 485 og 205 tons, sum kom væl við hjá reiðaranum við nýggja skipinum. 

Sunnukvøldið kundi Henning Veibust fortelja fyri kystmagasinet.no, at veiðan hjá Havskjer varð seld Brødrene Sperre AS í Ellingsøy í Noregi fyri ein miðalprís á heilar 14,41 norskar krónur, sum svarar til stívliga 10,30 danskar krónur. 

Kystmagasinet.no skrivar, at hetta er umleið fimm ferðir so nógv, sum lodnan hevði verið seld fyri, um hon fór til ídnað. 

Heimasíðan veit eisini at siga, at Ísland økti lodnukvotuna herfyri upp í 127.300 tons, harav norski parturin er stívliga 25 prosent. Hetta merkir, skrivar heimasíðan, at norsk skip kunnu fiska 41.808 tons av lodnu.

Kystmagasinet.no sigur seg eisini vita, at Gerda Marie um dagarnar fekk 15,10 norskar krónur fyri kilo av lodnu, sum teir landaðu til Pelagos í Fuglafirði. Hetta svarar til slakar 10,90 danskar krónur fyri kilo.

Lagt verður aftrat, at veiðan hjá Gerda Marie var á 800 tons.

Havskjer, sum er smíðaður á Karstensens Skibsværft í Skagen, hevur fingið eina dreymabyrjan.