Íslendski forsætisráðharrin í sóttarhaldi

Korona-smitta er staðfest á skúlanum, har yngsti sonur hennara gongur.

 

Í gjár gjørdi íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, greitt, at hon hevur gjørt av at fara í sóttarhald, meðan smittu-kanningar verða gjørdar á skúlanum, har yngsti sonur hennara gongur. 

Korona-smitta er nevniliga staðfest á skúlanum.

Forsætisráðharrin sigur á sínari Facebook-síðu, at hon fylgir ráðunum hjá almennu myndugleikunum og verður verandi heima, til kanningarúrslitini eru greið. Katrin Jakobsdóttir møtti soleiðis ikki á fundi í íslenska Altinginum í gjár.

Í Íslandi er talið av korona-smittaðum vaksið seinastu dagarnar og liggur nú um 600. Tað eru eisini aðrir limir íslendska Altinginum, sum eru í sóttarhaldi í løtuni, tí tey hava verið í samband við fólk, sum eru vorðin staðfest positiv.