Ítróttaráskoðarar mugu ansa betri eftir

Tað, Pál Weihe hevur sæð hóvar honum ikki

 

 

Myndin er tilvildarlig, men tað eru myndir sum hesar, ið ikki hóva Pál Weihe

Myndin er tilvildarlig, men tað eru myndir sum hesar, ið ikki hóva Pál Weihe

– Fótbóltsfjeppara eru ikki mótstøðuførir ímóti korona. Soleiðis tekur

Pál Weihe, krorona-ráðgevari til nú tað varð staðfest í gjáramorgun, at tveir føroyingar eru smittaðir við korona. Somuleiðis er staðfest at ein dani, sum hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar, eisini er smittaður.

Pál Weihe sigur, at hetta leggur eina serliga ábyrgd á okkum øll hesa næstu tíðina, tí tað verður ikki fyrr enn í næstu viku, at vit fáa greiði á, um smittan av álvara fer at breiða seg aftur eftir ólavsøkuna.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/korona-allar-veitslur-eiga-at-verda-utsettar/Les eisini: Allar veitslur eiga at verða útsettar

Og eitt øki, har hann heldur, at vit eiga at ansa serliga væl eftir hesa næstu vikuna, er tá ið ítróttarkappingar eru, og har nógvir áskoðarar eru. Pál Weihe ásannar, at tær myndir hann hevur sæð av fótbóltsáskoðarum í seinastuni, hóva honum ikki, tí fólk sita ógvuliga tætt, og tey eru eldhugað og rópa og skrála.

Men fara áskoðarar til fótbólt, ella annan ítrótt hesar næstu dagarnar, eiga fólk at ansa serliga væl eftir soleiðis at tað eru tveir metrar ímillum fólk.

– Vit eiga at taka støðuna í fullum álvara og vera rættiliga varin hesa næstu tíðina, leggur hann afturat.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/nu-eiga-vit-at-bruka-masku-i-avisum-foerum/Les eisini: Eiga at brúka masku í ávísum støðum

Skeinkistøð hava eisin opið um næturnar, og har er ein rættiliga stórur vandi fyri smittuspjaðing.

– Vilja tey, sum vara av skeinkistøðunum, gera samfelagnum eina tænastu, eiga tey at vera serliga varin hesa næstu vikuna og syrgja fyri, at fólk ikki sita so tætt og eru minst ein metur frá hvørjum øðrum, uttan so at talan er um fólk, sum hoyra til sama húski, sigur Pál Weihe.

Hann sigur, at vil heilt illa til, verða vit noydd at seta strong tiltøk í verk fyri at avmarka virksemi á nógvum økjum.

 – Tað, vit kunnu gera fyri at forða fyri, er at vera serliga varin, og tað er at halda frástøðu og at vaska okkum um hendurnar, og at brúka spritt, tá ið vatn og sápa ikki er til taks.

– Og er tað onkur, ið følir okkurt á sær, eiga tey at fara til lækna alt fyri eitt fyri at verða kannað fyri koronu, leggur hann afturat.

Myndin er tilvildarlig, men tað eru myndir sum hesar, ið ikki hóva Pál Weihe