Ivaðist ikki eitt sekund í at fáa sær sproytuna

Í dag og mánadagin, verða útvið 50 starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og hjá kommunulæknunum, koppsett fyri koronu

Yvirlækin ivaðist ikki - og møtti upp í eini blusu við orðinum, Just Do It, á

Yvirlækin ivaðist ikki - og møtti upp í eini blusu við orðinum, Just Do It, á

– Eg ivaðist ikki eitt sekund í at fáa mær sproytuna. Tað segði Theodor Høgagarð, yvirlækni í narkosu og pínuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi, tá ið hann legði yvirarm til ta fyrstu koppsetingina í Suðuroy fyri koronu.

Tað var fallið honum í lut at vera tann fyrsti í Suðuroy, sum varð koppsettur fyri koronu. Um tað var av tilvild, ella við beráddum huga, skal vera ósagt, men hann møtti upp í eini blusu við tekstinum, »just do it”, á.

##med2##

Og hann blunkaði ikki við at taka av.  Eg eri vanur at verða koppsettur fyri influensu, og hetta er ikki øðrvísi enn tað, segði hann, beint áðrenn hann fekk prikið frá Lisbeth V. Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingi. Aftan á sproytuna, bíðaði hann eitt korter og tá ið hann eink merkti, var hann leysur aftur.

##med3##

Í dag fara tey at koppseta 24 starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi og starvsfólk hjá kommunulæknunum, fyri koronu og mánadagin fara tey at koppaseta eini 24 afturat.

So verður ein steðgur, til tey fáa eina nýggja sending av koppingarevni, og so verður hildið fram at koppaseta heilsustarvsfólk í heilsuverkinum, stavsfólkum av ymsum slagi á eldraøkinum, o.sfr.

##med4##

Í skrivandi løtu er ein tími farin síðani yvirlæknin fekk sproytuna, men hann merkir púra einki til tað.

Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á sjúkrahúsinum, sigur, at tey allarflestu starvsfólkini á sjúkrahúsinum taka væl ímóti hesum møguleikanum at lata seg koppseta, og tey eru eisini sinnað at lata seg koppseta.

##med5##

– Tað eru nøkur heilt fá, sum ikki vilja, ella sum ivast. Summi hava tað sum prinsipp, at tey lata seg ikki koppseta, men onnur aftra seg, tí hetta er so nýtt og tey vilja síggja tíðina ann. Men hetta er eitt tilboð og tað er ikki eitt krav, at nakar skal lata seg koppseta, so tað er teirra egna avgerð um tey lata seg koppseta, ella ikki, sigur hon.

Yvirlækin ivaðist ikki - og møtti upp í eini blusu við orðinum, Just Do It, á

Her eru tær fyrstu sproyturnar gjørdar klárar

Alt varð skrásett á teldu

Og so kom tann stóra løtan, tá ið hann fekk prikið

Aftan á sproytuna var hann sum fiskurin, og merkti púra einki til tað