Ja, børn hava rætt til bæði foreldur

Spurningurin um felags foreldramyndugleika - eftir at foreldur eru farin hvør til sítt - snýr seg fyrst og fremst um rættin hjá barninum til bæði foreldur. Tað er barnið, ið er høvuðsfokus, og eigur lógin at endurspegla hetta. Tá tað er sagt, er tað av týdningi, at lóggávan á økinum verður broytt soleiðis, at bæði foreldur fáa foreldramyndugleika, um hesi fara hvør til sítt. Í dag er tað soleiðis, at tað sum oftast er mamman, ið fær foreldramyndugleikan, og er pápin tí verri stillaður.

 

Nú málsøkið persóns-, familju- og arvarættur er yvirtikið, eru vit farin í holt við at fyrireika broytingar í og tillaga lóggávuna á økinum til serlig føroysk viðurskifti. Vit skulu hava okkara egnu lóg um foreldramyndugleika. Meginreglan eigur at vera, at foreldur hava felags foreldramyndugleika við somu skyldum og rættindum mótvegis barninum. Fyrimunir og vansar við verandi lóggávu eiga somuleiðis at verða kannaðir nærri, harundir um tann, ið ikki hevur foreldramyndugleika, á nøktandi hátt verður verður kunnað/kunnaður um og hevur atgongd til at luttaka í aktivitetum hjá barninum á skúlum og á stovnum.

Heldur enn at seta donsku foreldraábyrgdarlógina í gildi í Føroyum, skulu vit gera okkara egnu lóggávu á økinum, sum er tillagað serlig føroysk viðurskifti.

 

Tiltøk verða eisini sett í verk, sum ikki krevja lógarbroyting. Farið er undir at broyta skipanina viðvíkjandi váttan og viðurkenning av faðirskapi, so at tað ikki longur er neyðugt at møta persónliga á Familjufyrisitingini fyri at vátta faðirskapin at einum barni. Eisini verður kannað, hvussu ein ráðgeving í samband við hjúnarskilnað kann skipast.

Arbeiði skal fullførast, og ætli eg tí at arbeiða víðari við at tryggja barninum best møgulig kor, eins og at tryggja báðum foreldrum eins møguleikar.

 

Eyðgunn Samuelsen - landsstýriskvinna