James Blunt konsert útsett til 26. mai næsta ár

Konsertin við James Blunt, sum skuldi vera mánakvøldið 1. juni, er útsett til 26. mai næsta ár.

Tað sigur Rúni Djurhuus, sum hevur fyriskipað konsertina.

Eftir ráðføring við Anette Lykke Petri, landslækna og Michael Boolsen, fúta, hava vit gjørt av at útseta konsertina til 26. mai 2021. Íkomna sóttarstøðan um allan heim ger, at tað ikki er tilmælt at halda stórar konsertir, og tí eru vit noydd at útseta konsertina, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari av konsertini, sum er útseld.

##med2##

– Sum er, eru tilmælini frá landsins myndugleikum galdandi fram til 30. mai, meðan tað enn er óvist, um tilmælini verða longd. Hyggja vit til dømis eftir Danmark, so síggja vit, at krøvini eru galdandi fram til 30. august, og tí er ikki óhugsandi, at tilmælini í Føroyum verða longd, sigur Rúni Djurhuus.

– Tískil er konsertin útsett til 26. mai í 2021.

Hann sigur víðari, at atgongumerki eru sjálvandi galdandi til hesa konsertina. Tær nýtist einki at gera.

##med3##

– Vit harmast um støðuna, men gleða okkum kortini at bjóða tær til eina konsert í heimsflokki tann 26. mai í 2021, sigur hann.

James Blunt - You're Beautiful (Video)

James Blunt - 1973 (Video)