Jane Fonda handtikin enn einaferð

81 ára gamla kenda amerikanska sjónleikarkvinnan fær íblástur frá 16 ára gamlari svenskari stríðskvinnu

Hon var handtikin, tí hon var við í eini veðurlagsmótmælisgongu í Washington.

Amerikanska sjónleikarastjørnan Jane Fonda varð handtikin undir einum mótmæli ímóti veðurlagsbroytinum framman fyri kongressini í Washington í USA.

81 ára gamla Jane Fonda var í sama reyða síða frakkanum sum hon var í til fyrru mótmælini.

##med2##

Handtøkurnar eru ein partur av »samskipaðum sivilari ólýdninsherferð, sum skal skapa økt fokus á veðurlagsspurningarnar«.

Á túrinum á politistøðina fylgdist Jane Fonda við sjónleiakrunum Rosanna Arquette og Catherine Keener. Vikurnar fyri hevur hon millum annað verið saman við Ted Danson og Sam Waterston, tá løgreglan hevur lagt hendur teirra í strips, áðrenn tey vórðu koyrd á støðina.

Undan tiltakinum við Senatið, sum var í stríð við reglurnar og førdi til handtøkurnar, høvdu tey mótmælt og hildið røðu nærindis Kongressini.

Í eini viðmerking til blaðið Culture sigur Jane Fonda, at hon ikki ætlar at verða handtikin hvønn einasta fríggjadag.

– Men kanska nakrar ferðir, legði hon afturat.

Tey handtiknu eru skuldsett fyri at órógvar almenna friðin, ólógliga samkomu ella fyri at sperra inngongdina til økið.

Jane Fonda, sum millum annað hevur fingið tveir Oscars fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin, flutti fyri stuttum úr heimi sínum í Los Angeles til Washington D.C. í fýra mánaðir fyri at vera partur av veðurlagsrørsluni.

Hon hevur fyrr sagt The Times, at hon fekk íblástur frá svensku veðurlagsstríðskvinnuni Gretu Thunberg og advokatinum Randall Robinson, sum í 80'unum mótmælti uttan fyri sendistovuni hjá Suðurafrika í Washington D. C. fyri at steðga apartheid.

Hvørja viku verður fokus sett á ymsar trupulleikar, og Jane Fonda fer millum annað at vera saman við Greenpeace, Frindes of the Earth og Oil Change Internationa. Allir hesir felagsskapir eru virknir í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum.

Jane Fonda var í 1960'unum virkin í  borgararættindarørslum, har hon var sterk mótstøðukvinna av Vietnamkrígnum og stuðlaði víðgongdu og sera samfelagskritisku rørsluni Teir Svørtu Patararnir.

 

/ritzau/dpa

81 ára gamla Jane Fonda verður handtikin fyri at mótmæla veðurlagsbroytingum