Japan: 11 hava latið lív í hitabylgju

Ein 28 ára gamal maður íklæddur sum maskottur er deyður í tivoli

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images


Ógvuslig hitabylgja hevur rakt Japan, og talið av deyðum er nú 11, skrivar BBC.

Sambært japanskum myndugleikum, hava 5000 fólk leitað sær viðgerð á sjúkrahúsi av hitanum farnu vikuna. Meirilutin av teimum, sum hava leitað sær viðgerð, eru yvir 65 ár.

Sunnukvøldið lat ein 28 ára gamal maður, sum arbeiddi sum maskottur, lív í einum undirhaldsgarði í býnum Osaka. Eftir at hann hevði dansað í 20 minuttir, doyði maðurin av hjartaslagi. Draktin, maður var í, vigaði 16 kilo. Stuttleikagarðurin varð afturlatin eftir tilburðin.

Sunnudagin vórðu fleiri enn 33 hitastig máld í Japan. Aðrastaðni í landinum vórðu 37 hitastig máld mánadagin.

Mett verður, at hitin eisini fer at vara komandi vikuna.

Mynd: Getty Images