Japan umhugsar nýggjan risastóran hjálparpakka til búskapin

TOKYO: Í hesi vikuni verður roknað við, at japanska stjórnin fer at samtykkja enn ein hjálparpakka upp á næstan 100 billiónir yen.

Japanski fíggjarmálaráðharrin, Taro Aso, vinstrumegin, og Shinzo Abe, forsætisráðharri

Japanski fíggjarmálaráðharrin, Taro Aso, vinstrumegin, og Shinzo Abe, forsætisráðharri

Tað skrivar japanska fíggjarblaðið Nikkei í dag.

Upphæddin svartar til umleið 6.352 milliardir í okkara pengum.

– Japanski búskapurin er í sera ringari støðu, og vit eru noydd at koma úr hesi støðuni so skjótt sum gjørligt, segði Taro Aso, fíggjarmálaráðharri, fríggjadagin.

Í apríl koma Japan við einum hjálparpakka, sum við 108 billiardum yen var enn størri, fyri at andøva ímóti koronufarsóttini.

Í pakkanum var rentufrítt lán til virki, sum vóru hótt av húsagangi, eins og pengar til japanarar, sum vegna stongsul mistu løn sína ella partvíst løn sína.

/ritzau/Reuters

Japanski fíggjarmálaráðharrin, Taro Aso, vinstrumegin, og Shinzo Abe, forsætisráðharri