Japanski forsætisráðharrin vil útseta Olympisku Leikirnar

Japansku OL fyrireikararnir vilja heldur útseta Olympisku Leikirnar til 2021 og hava latið IOC tilmæli um tað, skrivar Reuters.

Summar-OL í Tokyo tykjst vera útsett í eitt ár.

Fyri løtu síðani byrjaði ein telefonfundur millum japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, og forsetan í altjóða Olympisku Nenvdnini (IOC), Thomas Bach, og har hevur forsætisráðharrin skotið upp at útseta leikirnar í eitt ár.

Tað skrivar Reuters.

Orsøkin til at japansku OL-fyriskipararnir vilja útseta OL er útbrotið av koronavirus.

Fleiri nationalar olympiskar nevndir og fleiri stór ítróttarsambond hava eisini víst á, at OL má útsetast.

Enn er ógreitt, hvusus leingi fundurin millum Abe og Bach varar, men sambært Reuters fer japanski forsætisráðharrin at kunna miðlarnar um fundin klokkan 12.15 okkara tíð.

IOC nevndi sunnudagin á fyrsta sinni møguleikan fyri at útseting kundi vera ein møguleiki.

Tá segði IOC, at ein avgerð fór at verða tikin innan fýra vikur, men eftir alsamt trýst tykist avgerðin nú at verða tikin fyrr enn tað.

/ritzau/