Javnaðarflokkurin fer ikki at leggja gjøld á heilsutænastur

-       Vit vilja harafturímóti uppraðfesta heilsuverkið.

 

Landssjúkrahúsið er hjartaslátturin í tí samlaða føroyska heilsuverkinum. Fái eg fólksins álit vil eg virka fyri, at Landssjúkrahúsið, eins og Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús, verður raðfest, soleiðis at øll við bráðfeingis tørvi fáa viðgerð beinanvegin. Og uttan gjald.

 

Tað er órógvandi at hoyra, at flokkar og valevni eru farin at tosa um at leggja gjøld á heilsutænastur. 

 

Vit skulu hava fleiri starvsfólk og færri bíðilistar. Vit skulu hava fleiri hendur um sjúk og veik í okkara ríka landi. Fleiri starvsfelagar til tykkara, sum gera eitt stórt arbeiði í heilsu- og almannaverkinum, so vit tryggja, at hjálpin altíð er skjót, samanhangandi og góð hjá okkum, sum hava tørv á tí.

 

Tað hevur týdning at tryggja, at ongin bíðilisti verður til álvarsamar sjúkur, hvørki likamligar ella sálarligar.

 

Okkara heilsuverk skal vera á sama støði sum onnur heilsuverk í Norðanlondum.

Og tænastan skal vera fyri øll! Og eg fari ikki at liggja á boðunum.

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður og valevni Javnaðarfloksins