Javnaðarflokkurin størstur í Spania

Nú 80 prosent av atkvøðunum eru taldar eftir spanska tjóðartingsvalið, hevur spanski Javnaðarflokkurin PSOE 122 tinglimir, PP hevur 85, meðan Vox hevur tvífaldað atkvøðutalið og fær 53 tingsessir.

Spanski javnaðarflokkurin PSOE verður størsti flokkur á valinum í dag við 122 av teimum 350 tingsessunum.

Men innflytarakritiski flokkurin Vox hevur stóra framgongd og fær 53 sessir  tjóðartinginum. Harvið hevur tann bert 6 ára gamli flokkurin  meira enn tvífaldað atkøvðutalið.

Tað vísa fyribils samanteljingar frá spanksa innanríkismálaráðnjm, eftir at umleið 80 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Konservativi flokkurin Partido Poupular fær 85 tingsessir, vísir uppteljingin higartil. Tað er ein framgongd upp á 66 sessir, sum flokkurin hevði.

Tí bendir alt á, at tað ikki verður nakar greiður meiriluti fyri hvørgan av blokunum eftir tjóðartingsvalið. Tað eru 350 tingsessir í undirhúsinum, so tað skulu 176 til at hava meiriluta.

Mið-høgraflokkurin Ciuddadano sær út til at bert at fáa 10 sessir, vísir fyribils upptejigin. Tað er in stór afturgongd í min til teir 57 sessirnar, flokkurin fekk á seinasta valið fyri hálvum ári síðani

Vinstrasinnaði Unidas Podemos, sum fyrr var stuðulsfokkur hjá PSOE, stendur sambært framrokningunum til at fáa eina afturgongd frá 42 sessum til 26.

Tað er aðru ferð í ár, at spaniólar skulu á val at velja nýtt tjóðarting.

Síðani valið í apríl hevur sitandi spanski stjórnarleiðarin, Pedro Sanches úr PSOE, uttan úrslit roynt at skipa eina stjórn við stuðuli frá Unidas Podemos.

Men valúrslitið í dag bendir ikki á, at naggatódning verður loyst, og tí skal Sanches aftúr út í drúgvar samráðingar um at skipa stjórn.

Tí vænta eygleiðarar, at enn eitt val hóttir í havsbrúnni.

 

/ritzau/Reuters