Javnari undir hesari samgonguni


Í Degi og Viku í kvøld visti ein hagfrøðingur at siga, at ójavnin er vaksin seinastu 10 árini. Hetta er rætt m.a. orsakað av flatskattinum hjá undanfarnu samgongu. Men tað er eisini rætt, at ójavnin er minkaður aftur undir hesari samgonguni.

Tvey hagtalsmát, sum vísa hvussu býtið í landinum er, eru: fimtingslutfallið og gini-vísitalið.

Við fimtingslutfallinum verða borgararnir býttir í 5 eins stórar partar eftir javnvirðisinntøku. Síðani verður roknað, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin.

Gini-vísitalið er eitt annað mát fyri, hvussu javnvirðisinntøkurnar í samfelagnum eru býttar. Um øll hava somu inntøku er talið null og hevur eitt húski alla inntøkuna er talið 100%.

Í talvunum niðanfyri ber til at síggja, hvussu gongdin á hesum hevur verið í árunum 2009-2017, og síggja vit, at bæði fimtingslutfallið og ginitalið vaksa undir undanfarnu samgongu, men eru síðani minkað aftur, síðan henda samgongan tók við. Prosentparturin av fólki í fátækraváða er somuleiðis minkaður undir hesari samgonguni. Hetta talið vaks nógv undir undanfarnu samgongu og fall beinanvegin aftur, tá vit tóku við.

Tað merkir, at samfelagið er blivið javnari undir hesi samgonguni, men enn eru vit ikki komin á mál. Tí vilja vit halda fram við góðu gongdini.


##med2##

##med3##

##med4##
Kelda:  Hagstovan

 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins