Javnstøða og rætturin hjá børnum til bæði foreldur.

 

Tað er gleðiligt at lesa vallyftini hjá fleiri av valevnunum, ið vilja verða við at broyta rættin hjá børnum til bæði foreldur síni.

 

Eitt miðvíst javnstøðu arbeiði er gjørt seinnu árini. Hetta hevur givið úrslit, og tað er at frøðast um.

 

Tó er enn ikki javnstøða millum kynini, tá tað snýr seg um líka rætt til síni børn.

 

Mítt ættarlið, (eg eri føddur í 1974), tekur javnstøðu millum kynini sum eina sjálvfylgju, sum ein integreraðan part av lívinum.

 

Eg havi gjørt líka nógvir døguðrar sum frúan, og havi skift eins nógvar blæður, eins og frúan eisini málar hús, ruddar kjallara ella vaskar tún.

Synir mínir sleppa bæði at verða rokaligir, men eisini at gera okkurt meira “gentuligt”. Tað verður als ikki sett spurnartekin við hetta, um tað er eitt gentu-ella dreingjating.

 

Tó so, má eg ásanna, á einum øki eru menn og børnini fyri sera álvarsomum ójavnað og mismuni. 

 

Fyrr í vár setti eg fram § 52a fyrispurning til Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinnu:

 

1. Hvussu ber tað til, at føroysk børn ikki sjálvvirkandi hava rætt til bæði síni foreldur?

 

2. Hvussu ber tað til, at tað er mamman, sum sjálvvirkandi fær einaforeldramyndugleikan at barninum við føðing, um hon ikki er í hjúnalagi?

 

3. Hví er eingin javnstøða millum kynini á hesum økinum?

 

4. Hvussu er skipanin við barnapengum til foreldur við einaforeldramyndugleika í mun til foreldur við felagsforeldramyndugleika, men sum ikki liva saman?

 

5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin á økinum at tryggja rættindi hjá føroyskum pápum?

 

Svarið frá landsstýriskvinnuni var hetta:

 

Til spurning 1 

Reglur um foreldramyndugleika og samvera eru ásettar í anordning nr. 228 af 15. marts 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 30. apríl 2018  (foreldramyndugleikalógin).  

 

Í lógini er ásett, at hóast foreldur ikki búgva saman, hevur barnið rætt til samveru við foreldrið, sum tað ikki hevur bústað hjá. 

 

Í flestum førum avtala foreldrini sjálvi, hvar barn teirra skal búgva, hvør av foreldrunum skal hava foreldramyndugleikan, og hvussu ofta barnið skal vera hjá tí foreldrinum, sum tað ikki býr hjá. Gera tey ikki tað, kann málið leggjast fyri Føroya rætt, sum tekur støðu til foreldramyndugleika, meðan Familjufyrisitingin tekur støðu til samveru.    Um foreldrini ikki hava felags foreldramyndugleika, hevur tann, ið ikki hevur foreldramyndugleika, rætt til at verða kunnað/kunnaður um viðurskifti hjá barninum viðvíkjandi skúla, dagstovni, almanna- og heilsuverkinum, lækna- og tannlæknaviðurskiftum. 

 

Til spurning 2 

Í foreldramyndugleikalógini eru ásetingar um, hvør hevur foreldramyndugleikan í samband við, at eitt barnið verður føtt, og hvussu foreldramyndugleikin eftirfylgjandi kann broytast. 

 

Sambært lógini er tað mamman, ið hevur foreldramyndugleikan einsamøll, um foreldrini ikki er gift, uttan so at foreldrini hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika. 

 

Eru foreldrini gift, hava tey foreldramyndugleikan í felag.

 

Tá ið foreldramyndugleikalógin varð sett í gildi fyri Føroyar, var talan um felagsmál. Tá ið ein ríkislóg verður sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, kunnu innihaldsligar broytingar ikki verða gjørdar í lógin uttan tað, sum er neyðugt vegna serlig føroysk viðurskifti, t.e. at víst verður til viðkomandi myndugleika og lóggávu í Føroyum. 

 

Í Danmark varð foreldraábyrgdarlógin sett í gildi í 2007. Sambært hesi lógini hava foreldur sum meginregla felags foreldramyndugleika, tá ið eitt barn verður føtt.  

 

Foreldraábyrgdarlógin er ikki sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan. 

 

Til spurning 3 

Tað er javnan at hoyra, at pápin ikki hevur somu rættindi til børnini sum mamman, og at pápin ikki hevur stórvegis møguleika at fáa foreldramyndugleikan, um foreldrini fara hvør til sítt.  

 

Um foreldrini fara hvør til sítt, uttan at vera gift, hevur mamman sum nevnt foreldramyndugleikan, um tey ikki hava avtalað felags foreldramyndugleika.  

 

Pápin hevur møguleika at fáa foreldramyndugleikan. Tá skal pápin antin fáa felags foreldramyndugleika ella fáa mammuna at geva foreldramyndugleikan frá sær, so at hann kann fáa foreldramyndugleikan. Antin skulu foreldrini vera samd um hetta, ella skal pápin leggja málið fyri Føroya rætt, og tá skal rætturin taka avgerð um, hvørt pápin fær foreldramyndugleikan. Rætturin hevur ikki heimild til at døma felags foreldramyndugleika.  

 

Um foreldrini eru gift og fara hvør til sítt, er foreldramyndugleikin felags, um ikki foreldrini gera aðra avtalu, ella rætturin tekur avgerð um at seta felags foreldramyndugleikan úr gildi. 

 

Til spurning 4 

Foreldur hava hvør sær skyldu at uppihalda teirra felags barni. Lýkur eitt av foreldrunum ikki sína uppihaldsskyldu, kann hitt foreldrið biðja um, at tað verður álagt tí foreldrinum at rinda barnagjald. 

 

Foreldrið, sum hevur barnið búgvandi, ella sum ber mestsum allar útreiðslur til uppihaldið av barninum, kann søkja um áseting av barnagjaldi. Í høvuðsheitum er tað ein treyt, at umsøkjarin hevur foreldramyndugleikan ella hevur barnið lógliga til fosturs.  

 

Er felags foreldramyndugleiki, og foreldrini býta útreiðslurnar fyri uppihald av barninum, verður barnagjald vanliga ikki ásett.

 

Til spurning 5 

Sum nevnt omanfyri varð foreldramyndugleikalógin sett í gildi fyri Føroyar í 2007. Hóast hetta var eitt stórt framstig fyri at tryggja rættin hjá einum barni til bæði foreldrini, tryggjar lógin bert í ávísan mun rættin hjá barninum til bæði foreldur, og lógin tryggjar ikki javnstøðu millum kynini á nøktandi hátt. 

 

Felags foreldramyndugleiki er ein stórur partur av javnstøðupolitikkinum, og tað hevur alstóran týdning at styrkja rættindini hjá børnunum til bæði foreldur.

 

Nú málsøkið persóns- familju og arvarættur er yvirtikið, hava føroyskir myndugleikar møguleika til at gera broytingar í og tillaga lóggávuna á økinum til serlig føroysk viðurskifti.  

 

Lóggávan á økinum eigur at verða broytt soleiðis, at tað í størri mun verður tikið atlit til, hvat er best fyri barnið. Meginreglan eigur at vera, at foreldur hava felags foreldramyndugleika við somu skyldum og rættindum mótvegis barninum. 

 

Fyrimunir og vansar við verandi lóggávu eiga somuleiðis at verða kannaðir nærri, harundir um tann, ið ikki hevur foreldramyndugleika, á nøktandi hátt verður kunnað/kunnaður um og  hevur atgongd til at luttaka í aktivitetum á skúlanum og á stovnum. 

 

Heldur enn at seta donsku foreldraábyrgdarlógina í gildi í Føroyum, eiga vit at gera okkara egnu lóggávu á økinum, sum er tillagað serlig føroysk viðurskifti. Í hesum sambandi eigur tað at verða kannað, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu, og síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði. 

 

Farið verður undir hetta arbeiðið sum skjótast. 

 

Tiltøk kunnu eisini setast í verk beinanvegin, sum ikki krevja lógarbroyting. 

 

Foreldur áttu at fingið neyðuga kunning um møguleika fyri at avtala felags foreldramyndugleika beinanvegin á sjúkrahúsinum, tá ið eitt barn er føtt, og longu tá fáa útflýggjað skjøl til at avtala felags foreldramyndugleika. 

 

Hetta hevði helst viðført, at fleiri foreldur høvdu avtalað felags foreldramyndugleika. 

 

Vandi er annars fyri, at hetta ikki verður gjørt, eftir at foreldrini eru farin av sjúkrahúsinum aftur, tí tá er neyðugt at venda sær til Familjufyrisitingina fyri at fáa hetta gjørt. 

 

Slík tiltøk kunnu vera við til at tryggja rættindini hjá einum barni til bæði síni foreldur. 

 

 

-Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum er ein av valevnunum ið tekur hetta upp nú, so fokus er sett á málið.

 

 

Eg havi tað áskoðan, at tað hvørki skal verða upp til foreldrini, Føroya Rætt ella Familjufyrisitingina at avgerða um børn í Føroyum hava rætt til bæði foreldur, hetta skal verða ein rættur, ið er tryggjaður í Stjórnarskipan okkara. 

 

Tó eyðnaðist okkum ikki at fáa stjórnarskipanararbeiði frá hondini í hesum valskeiðnum. Tí hevur lóggávan skund.

 

 

Tað má verða gjørd ein mannagongd á føðideildini á Landssjúkrahúsinum soleiðis, at ongin ivi er um, at bæði foreldrini eru upplýst væl og virðiliga, um rættin hjá barninum til foreldur síni. Møguleiki má verða, at viðurskiftini kunnu verða avgreidd á føðistovuni, og/ella tá faðirskapurin er undirskrivaður, um so vil til, at foreldrini ikki eru par við føðing.

 

Eg undrist stórliga á, at mismunurin millum kynini er so stórur viðvíkjandi foreldrarættinum, umframt munurin millum gift og ógift foreldur. 

 

Eg fari at gera alt eg kann fyri rættindum hjá føroyskum børnum og javnstøðu millum foreldur.