Johan Dahl kann ikki halda fram í samgonguni

Hetta er ein álvarslig hóttan ímóti samgonguni – og tað kann enda við eini nýggjari samgongu, sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum

Eg kann ikki hugsa mær, at Johan Dahl kann halda fram í samgonguni. Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

Andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva samkyndum foreldrum sama rætt til barsilspengar og barsilsfarloyvi, sum onnur foreldur fáa. Johan Dahl, tinglimur í samgonguni, hevur boðað frá, at kemur samgongan ikki við einum líknandi uppskoti, fer hann at taka undir við uppskotinum frá andstøðuni.

Og tá ið Vinnunevndin hjá løgtinginum legði sínar viðmerkingar til málið fram í gjár, sæst, at Johan Dahl hevur gjørt álvara av, tí hann er farin í part við andstøðuni, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

https://www.in.fo/news-detail/news/johan-dahl-leggur-eina-bumbu-undir-samgonguna/LES EISINI HER: Johan Dahl leggur eina bumbu undir samgonguna

Bill Justinussen sigur, at hetta setir samgonguna í eina ógvuliga ringa støðu, tí samgongan hevur avtalað, at mál skulu ikki fremjast uttan so, at samgongan er samd um tað. Samgongan er ikki samd um hetta málið og Bill Justinussen sigur, at sostatt er tað brot á samgonguskjalið, at Johan Dahl atkvøður fyri málinum.

Hann sigur, at hann ætlar at bíða eftir at vita, hvat Sambandsflokkurin ætlar at gera við tann trupulleikan, áðrenn hann ger fleiri viðmerkingar.

Men hann sigur kortini, at hann kann ikki hugsa sær, at Johan Dahl kann halda fram í samgonguni eftir hetta. Tingmenn hava bundið seg til eitt samgonguskjal. Tað eru so mong mál, sum hava ein serligan týdning fyri einstakar tingmenn, men teir eru trúgvir ímóti samgonguskjalinum.

Bill Justinussen leggur afturat, at hetta málið hevur líka stóran týdning fyri hann, sum tað hevur fyri Johan Dahl - bara hvør sín veg. So er tað eitt prinsippmál fyri Johan Dahl, er tað eisini eitt prinsippmál fyri Bill Justinussen.

– Tað er bara Johan Dahl, sum tekur sær rætt til at ganga sínar egnar vegir og tað sigur seg sjálvt, at hetta skapar fordømi, so at fleiri tinglimir taka sær sama rætt, og so er samgongan í upploysn, sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.

Hann sigur, at atkvøður Johan Dahl fyri uppskotinum, stendur á jøvnum í atkvøðum í Løgtinginum. So kunnu vit koma í ta støðu, at Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, fær avgerðandi atkvøðuna, men hann fer neyvan at hjálpa samgonguni uttan fáa okkurt afturfyri. Tí fer hann helst at seta samgonguni nøkur krøv, og so er í roynd og veru talan um samráðingar um eina nýggja samgongu, sigur Bill Justinussen.

Skuldi tað hent, at onkur tinglimur afturat, fer at atkvøða fyri uppskotinum, so at tað verður samtykt, er samgongan farin, tað er tað eingin ivi um, sigur Bill Justinussen.