Johnson: Bretar eiga kortini at fara úr ES hósdagin

Bretland eigur framvegis at fara úr ES 31. oktober, heldur Boris Johnsson. ES-londini hava júst útsett bexit-evstamarkið.

Sjálvt um bretar hava fingið møguleika til at útseta brexit til 31. januar, heldur Boris Johnson, forsætisráðharri, framvegis, at bretar eiga at fara úr ES hósdagin.

Tað upplýsir talsmaður hjá forsætisráðharranum.

Í síðstu viku bað forsætisráðharrin ímóti sínum vilja ES-londini um loyvi til at útseta útmeldingina hjá Bretlandi í tríggjar mánaðir.

Tað var hann noyddur til, tá bretska tjóðartingið ikki tók undir við strømmu tíðarætlan hansara.

Í einum boðum á Twitter upplýsir ES-forseting, Donald Tusk, at nýggja útfaringingardagfestingin tó kann broytast.

Tað merkir, at bretar kunnu fara úr ES áðrenn, um tað endaliga fáa góðkent avtaluna í bretska undirhúsinum.

Gjøgnum talsmann sín sigur forsætisráðharrin, at hann vil svara upp á uppskotið hjá ES-londunum um at útseta brexit, tá hann hevur lisið smálutirnar.

Upprunaliga skuldi Bretland fara úr samveldinum 29. mars í ár, men t´riggjar ferðir er tann dagfestingin útsett.

 

/ritzau/Reuters