Johnson vil hava Trump at halda munn

Í Konservativa Flokkinum er fjáltur á fólki, nú Donald Trump kemur á vitjan í London.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, heldur, at at tað hevði verið »best«, um Donald Trump ikki balndar seg í bretska valið.

Soleiðis ljóða boðini, áðrenn amerikanski forsetin kemur á vitjan í Londin til Nato-toppfundin í næstu viku.

Fólk hava serliga givið sær far um, hvussu Trump síðst í oktober í hørðum vendingum heitti á bretar um ikki at velja Labour-leiðaran Jeremy Corbyn. Hann segði millum annað, at Corbyn »fer at vera ein lortur fyri land tykkara«.

Høg embætisfólk undir Trump søgdu fríggjadagin, at Trump er »ógvuliga tilvitaður um ikki, aftur, at vaða út í valstríð í einum ørðum landi«.

Men eftir øllum at døma er fjáltur á konservativum tingfólk, tí tey óttast, hvat Trump kann finna upp á at siga, tá hann er í London eina viku fyri valið 12. desember.

Boris Johnson er sambært kanningum væl á odda.

– Tað er siður hjá góðum sameindum ikki at blanda seg í val í londunum hjá hvørjum øðrum, sigur Boris Johnson við LBC Radio.

– Tað besta, tá vit eru so góðir vinir og sameind sum Bretland og USA, er, at eingin av teimum báðum pørtunum leggur seg út í valstríðið hjá hvørjum øðrum.

Boris Johnson hevur boðað frá, at um hann endurvinnir valdið, so fer hann at syrgja fyri, at brexit verður framt í seinasta lagið 31. januar.

Um so verður, so verður tað fyribils endin á næstan fýra ára longum stríði, síðan bretar í 2016 á fólkaatkvøðu atkvøddu fyri at fara úr ES.

 

/ritzau/Reuters