Jólasnapsur frá Einar's Distillery

Í longri tíð hevur jólasnapsurin frá Einar's distillery ligið og lagrað á bourbonføtum.

– Hettar er Føroysk framleiðsla, ið er kryddað við vistfrøðiligum jólakryddi og føroyskum urtum, siga tey á Einar´s Distillery.

– Jólasnapsurin er 38 % vol, smakkurin er kraftigur og serstakliga Jólaligur. Jólasnapsurin hóskar væl til hugnaligar jólaløtur, sum ein vælkomsdrykkur ella oman á ein góðan jóladøgurða, siga tey.

Framleidd er ein avmarkað nøgd av snapsinum, siga tey.