Jósup siglir eykatúrar um páskirnar

 

Í sambandi við páskadagarnar verður siglt nakað øðrvísi til Mykinesar. Strandferðslan boðar frá, at Jósup fer at sigla nakrarykatúrar skírisdegi, páskaaftan og øðrum páskadegi.

Hesir túrarnir eru:

Skírisdag klokkan 10:00 úr Sørvági
Páskaaftan klokkan 10:00 úr Sørvági
2. páskadag klokkan 14:00 úr Sørvági

Í dag boðar Strandferðslan eisini frá, at ætlaði farmatúrurin við Sam til Nólsoyar er útsettur til í morgin vegna veður. Siglt verður somu tíð sum áður - klokkan 11:15 úr Havn og klokkan 12:15 úr Nólsoy.