"Jukeboks" á FM1 leygardagin millum klokkan 13 og 15

FM1 fer í morgin at geva sínum lurtarum møguleikan at ynska sangir millum klokkan 13 og 15

Nógvir lurtarar skriva inn til sendingina "Jukeboks" á FM1 gerandisdagar millum klokkan 13 og 15, har lurtararnir ynska at hoyra ymiskar sangir.

Sum eina roynd fer FM1 í morgin, leygardagin millum klokkan 13 og 15 fáa lurtararnir møguleikan at ynska sangir við at senda ynski inn til nummar 559999.

Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.