Kanna møguleikan fyri at krevja gjald frá fólki

Føroyski skattgjaldarin rindar tvær milliónir um vikuna fyri at kanna ferðafólk fyri koronu

Her verður ein smágenta kannað fyri korona á Landssjúkrahúsinum

Her verður ein smágenta kannað fyri korona á Landssjúkrahúsinum

Landsstýrið er nú farið at kanna møguleikan fyri at krevja gjald fyri at kanna fólk fólk, sum koma til Føroya við flogfari og við Norrønu, fyri koronu.

Nú Løgtingið umrøður ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, reisti Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spurningin um gjaldið fyri tær koronakanningar, sum verða gjørdar av fólki, sum koma til Føroyar við flogfari og við Norrønu.

Tað er landskassin sum rindar fyri kanningarnar og sostatt eru tær ókeypis fyri fólk. Men Sirið Stenberg sigur, at tað kostar føroyska skattgjaldaranum tvær milliónir – um vikuna at kanna tey, sum koma til Føroyar við flogfari og Norrønu. Og tí vildi hon hava at vita frá løgmanni, um ætlanin ikki er at broyta tað.

Hon heldur, at tey, sum koma til landið, eiga sjálvi at rinda fyri at verða kannað fyri koronu.

Løgmaður sigur, at hetta er eitt mál, sum landsstýrið arbeiðir við. Men støðan er tann, at sum er, hevur landsstýrið ikki heimild at krevja gjald frá fólki fyri at verða kannað fyri koronu.

Men nú verður arbeitt við ymsum møguleikum fyri at kunna fáa fólk at gjalda fyri kanningina.

Ein máti er at hækka ferðaavgjaldið, sum øll, sum verður rindað av hvørjum ferðaseðli hjá fólki, sum ferðast til Føroyar og úr Føroyum. Men tað hjálpir ikki so nógv, tí teir flestu ferðaseðlarnir eru longu keyptir, sigur løgmaður.

Hann sigur, at ein annar máti er at gera eina serlóg, sum gevur landsstýrinum heimild at taka gjald frá fólki fyri koronakanningar.

– Tað eru spurningar, landsstýrið arbeiðir við, sigur hann.

Hetta er ein spurningur, sum varð reistur beinanvegin, ferðasambandið varð tikið upp aftur og longu áðrenn hálvan juli, søgdu umboð fyri samgonguna, at ferðafólk skuldu rinda sjálvi, men enn er eingin slík skipan sett í verk.

Skipanin, har fólk, sum koma til landið, skulu kannast fyri koronu, er galdandi til hálvan august, men Bárður á Steig Nielsen sigur, at alt bendir á, at skipanin fer at halda fram.

Sirið Stenberg undrast á, at landsstýrið ikki hevur avgreitt hetta og hon ivast í, nær tað verður, tí eftir tí, tey hava fingið upplýst, fer løgtingið ikki aftur til arbeiðist fyrr enn um tríggjar, ella fýra vikur.

 

 

Her verður ein smágenta kannað fyri korona á Landssjúkrahúsinum